Borgarafundur í Salt um Suð­ur­oy­ar­tunn­il­in

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava gjørt av at skipa fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin

Borgarafundurin verður í SALT  7. december 2025 kl. 13.30.

 

Borgarstjórarnir eru eisini samdir, um at málið um Suðuroyartunnilin er alt ov illa lýst, hvar P/F Suðuroyartunnilin og suðroyingar ikki eru sloppin til orðanna.

 

Millum annað noyðist ogra tilfeingi, ogra ungdómur, at fara av oynni til at fáa sær útbúgving, fyri síðan at venda heim aftur til oynna við útbúgving. Hesi eru als ikki hoyrd.

 

Suðuroyggin er í fríum falli, bæði hvat viðvíkur fólkatali, inntøkum og fólkasamanseting og onki av hesum er við í lýsingini í ogra almenna Kringvarpi nú Suðuroyartunnilin verður viðgjørdur í tíð og ótíð.

 

Meira um fundin verður kunngjørt seinni.

 

Vegna stigkararnar:

 

Tvøroyrar kommuna, Kristin Michelsen, borgarstjóri

 

Vágs kommuna, Bjarni Johansen, borgarstjóri

 

Hvalbiar kommuna, Janus Thomsen, borgarstjóri

 

Porkeris kommuna, Ása Holm, borgarstjóri

 

Sumbiar kommuna, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri

 

Hovs kommuna, Delmar Tausen, borgarstjóri

 

Fámjins kommuna, Jóanes Lisberg, borgarstjóri