Orðaskifti um yrkisbøkur á Bókadøgunum 2025

Fróðskapur skipar fyri pallborðsorðaskifti leygardagin 15. november kl. 11.

Tíðindi:

 

Vit hava boðið trimum fólkum at umrøða tørvin á og ábyrgdina av at fáa yrkisbøkur á føroyskum.

 

Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, og Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. 

 

Annika Sølvará, stjóri í Fróðskapi, verður orðstýrari

 

Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd?

 

Hvat hendir, tá okkum manglar yrkisbøkur um okkara egna samfelag - á egnum máli? Í hesum pallborðsorðaskiftinum hyggja vit at tørvinum á yrkisbókmentum um føroysk viðurskifti, skrivaðar á føroyskum. Tí, hvar er vitanin, um hon ikki er á móðurmálinum?

 

Við støði í arbeiðinum at lyfta føroyskar yrkisbókmentir fer pallborðið at kjakast um avbjóðingarnar og møguleikarnar fyri at gera, útgeva og at breiða út nýggja vitan - á føroyskum og um føroyska veruleikan. Hví hevur hetta týdning fyri lærarar, granskarar, journalistar, politikkarar og onnur, ið eru við í samfelagskjakinum? Hvat missa vit, tá vit ikki hava hetta á okkara egna máli?

 

Eitt viðkomandi orðaskifti um mál, vald og atgongd til kunnleika - í einari tíð, har smáu málini berjast fyri at vera sjónlig og viðkomandi.

 

Universitetsforlagið Fróðskapur hevur í 20 ár útgivið nærum 100 bøkur um gransking í og um Føroyar. Nógvar av hesum eru á føroyskum, aðrar á einum av norðurlendsku málunum ella á enskum. Hesi seinastu árini eru flestu bøkurnar talgildaðar og lagdar út á netið at brúka ókeypis.

 

Máltøknideplin hevur fingið loyvi at nýta hesar tekstirnar í arbeiði sínum. 

 

Tiltakið er partur av aktuellum kjaki um rættin til vitan í eini tíð merkt av ov nógvari ferð, algoritmum v.m., sum verður sera væl lýst av Heina í Skorini í røðu á tiltaki hjá Rahbeks sommerhøjskole.

 

Tiltakið tekur støði í endamálinum hjá Forlagnum Fróðskapur, sum er at geva út dygdar yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti á føroyskum.