Hóast hálvt føroyska orkestri Pleaser gjørdust ov stuttir í kappingini um at vinna Starfighters kappingina á Skanderborg festivalinum, er bólkurin ikki liðugur við at kappast. 2. september fer bólkurin at kappast í DM i Rock. Bólkurin var við í tíðindasend-ingini á TV2 Øst sunnukvøldið.
Á heimasíðuni
www.tv2regionerne.dk undir TV2 Øst 14. august ber til at síggja innslagið, sum eitur Talent på prøve, har er samrøða við bólkin, og partur av einum lag verður spælt.
nud