Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at dagurin er ásettur, nær hyljarnir aftur verða lætnir upp fyri fólkið. Leygardagin í næstu viku fara fólk sjálvi at síggja, hvussu stórar broytingarnar eru framdar í svimjihøllini.
Ein tann størsta broytingin er uttan iva hon, at tann djúpi hylurin nú er burtur. Ístaðin er komið eitt spildurnýtt baðiland, sum uttan iva fer at verða populert millum tey vitjandi. Í hesum baðilandinum er ein 40 metrar langur rutsjibani - júst sum í útlondum.