Fríggjadagin var eitt ferðsluóhapp vegamótið Hvítanesvegur-Vegurin Langi. Talan var um tveir bilar, sum vóru á veg norðureftir. Tann fyrsti bilurin blinkar inn til vinstru ímóti Vegnum Langa, og tann seinni bilførarin er óansin og rennir inn í reyvina á fremra bilinum. Ferðin var rættiliga nógv, og stoyturin harður. Eldur kyknaði beint eftir í motorrúminum. Politiið kom á staðið og royndi fyrst at sløkkja við vanligum eldsløkkjara, men tað vísti seg ikki at vera nóg mikið. Brandbilurin varð tí boðsendur at basa eldinum, men bilurin fekk stóran skaða á motorrúmið. Hvør orsøkin til eldin er, er ikki greitt enn, men bilurin er sendur á Bileftirlitið, har hann skal kannast.