Írski álopsspælarin Robbie Keane hevur longt sín sáttmála við enska felagið Tottenham. Keane hevur staðið seg væl farna kappingarár og skoraði ikki færri enn 22 mál fyri Tottenham. Tað hevur fingið felagið at tryggja sær álopsspælaran fram til summarið 2012.
- Eg havi tað sera gott í Tottenham, og tað er helst orsøkin til, at havi spælt so væl her. Hetta eru spennandi tíðir í felagnum, og eg eri fegin um, at eg kann halda fram at spæla her, sigur Robbie Keane.