Nýggjur sparkivøllur í Oyndarfirði

Skipað verður fyri bygdarsamkomu í Oyndarfirði allan dagin og út á kvøldið Tað er bygdartiltak í Oyndarfirði í dag. Serliga nógv verður gjørt burturúr í sambandi við, at umboð fyri Fótbóltssambandið fara at handa kommununi og bygdarfólkunum í Oyndarfirði nýggja sparkivøllin. Umframt Niclas Davidsen fyri FSF fer umboð fyri Runavíkar kommunu at siga nøkur orð.

Trøllapætur, omman og ommusysturin fara at vitja, og fyrsti dysturin á vøllinum verður millum yngra og eldra bindiklubban í bygdini.

Seinni í kvøld verður skipað fyri dansi.