Miðbýarætlan til viðgerðar á kunnandi fundi

- Vit bjóða øllum borgarum og vinnufyritøkum til kunnandi fund, og átakið er partur av miðbýarætlanini, sigur kommunan

Mikukvøldið hin 4. februar fer Fuglafjarðar kommuna at skipa fyri einum kunnandi fundi um ferðsluátak í Karvatoftum í Fuglafirði.

 

Fundurin verður í Mentanarhúsinum, og lagt verður fyri klokkan 19.

 

- Vit bjóða øllum borgarum og vinnufyritøkum til kunnandi fundin, og átakið er partur av miðbýarætlanini hjá Fuglafjarðar kommunu.

 

Kommunan leggur aftrat, at sjøtul skal setast á miðbýarætlanin í hesum árinum.

 

Á kunnandi fundinum fer borgarstjórin, Dávur Juul, at bjóða vælkomin, og síðan fara EyA Arkitektar at hava eina framløgu.

 

- Luttakarar á fundinum fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

 

##med2##

 

Í Fuglafirði verður sagt, at tá kunnandi fundurin nærkast endanum, fer Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri, at taka samanum og greiða frá gongdini frameftir.

 

 

 

 

 

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu