Góðkenning av áskoðarum

oyggjaleikir

Nú ber til at skráseta seg sum áskoðara til leikirnar í Hetlandi.
Fyrimunirnir við at lata seg skráseta eru m.a., ókeyppis flutningur við serligu flutningstænastuni hjá leikunum og ein prentað skrá fyri leikirnar. Samstundis ber til at søkja um atgongumerki til svimjing og fimleik, ið eru einastu ítróttagreinarnar aftrat setanini, ið krevja atgongumerki.
Kostnaðurin fyri skrásetingina er £25 fyri vaksin og £15 fyri børn.
Við at seta seg í samband við Oyggjaleikanevndina fæst nærri vegleiðing um, hvussu tekningarskjal verður útfylt.