Bush funnið eftirmannin hjá Wolfowitz

Sambært amerikonskum fjølmiðlum fer George W. Bush, forseti, seinni í dag at kunngera, hvønn hann vil hava til stjóra í Heimsbankanum. Stjórin í Heimsbankanum er vanliga amerikanari, og amerikanskir fjølmiðlar vilja vera við, at Bush hevur funnið mannin, sum skal taka við eftir Paul Wolfowitz, sum noyddist at fara frá.

Sambært fjølmiðlunum eitur eftirmaðurin Robert Zoellick. Hann hevur verið varauttanríkisráðharri og amerikanskur samráðingarleiðari í ymsum handilssamráðingum.

Robert Zoellick hevur sambært fjølmiðlunum tann fyrimun fram um Wolfowitz, at hann er væl lýddur í Evropa.