Jürgen Klinsmann boðaði týskvøldið frá, at hann gevst sum venjari hjá týska fótbóltslandsliðnum.
Tíðindini hava skelkað týsku tjóðina, sum seinasta stóra mánaðin hevur verið í rættuligum fótbóltsrúsi. Týska landsliðið kláraði at blanda seg millum tey bestu í HM-endaspælinum, vísti stórspæl og megnaði at vinna bronsumerkini.
Góðu úrslitini og positivi profilurin hjá venjaranum, spælarunum og øllum teimum, sum hava verið kring týska liðið, verður fyrst og fremst roknað at stava frá Klinsmann.
Hjálparvenjaran hjá Klinsmann, Joachim Löw, skal loysa Klinsmann av.










