støðið undan politiska fyribyrgingararbeiðnum. Vónandi hevur fútin mistikið seg, tá hann alment hevur sagt sína politisku meining, og vónandi hevur hansara politiska uppfatan onga ávirkan á, hvussu hann [...] trupulleikin er afturvendandi, og hevur Miðflokkurin javnan reist málið á Løgtingi fyri politiskt at gera vart við støðuna. Tað er ein royndur lutur, at løgreglan hevur ein sera týdningarmiklan leiklut
frágreiðing hevur avdúkað, at nógvir katólskir prestar hava misnýtt børn og ung kynsliga, og at myndugleikarnir vistu tað uttan at leggja uppí. Tað er fyrrverandi dómarin Frank Murphy, sum hevur skrivað [...] frágreiðingina. Í sínum kanningum hevur hann tosað við umleið 100 fólk, sum blivu kynsliga misnýtt í árunum frá 1966 til 2002. Fólkini búðu í biskupsdøminum Ferns í landssynningspartinum av Írlandi, og [...] av teimum 21 prestunum eru ikki á lívi longur. Frank Murphy sigur, at sambært skjølunum, sum hann hevur funnið, vóru ymsir myndugleikar vitandi um, hvat hendi. Eitt nú fekk løgreglan fleiri fráboðanir,
Tá endaði hann fimtur í meistaraheitinum. Hann hevur verið heimsmeistari sjey ferðir, harav hevur hann verið heimsmeistari seinastu fimm árini. Í ár hevur hann als ikki kunnað fylgt við, og tað er ikki [...] ikki hent síðan 1996, tað árið hann skifti frá Benetton til Ferrari. Michael Schumacher hevur koyrt formel 1 í fimtan heil kappingarár, tey bæði fyrstu árini hjá Benetton var talan um uppbyggingartíð av liðnum [...] var tí ikki kappingarførur, og tað sama var galdandi fyri fyrsta árið hjá Ferrari, men hini árini hevur Schumacher altíð kappast um heimsmeistaraheitið. Tí er hetta ein óvænd støða, har hann uttan nakra
og seinastu hálvt hundrað árini hevur støðug fráflyting verið. Koltur liggur nú øll aftur í einum festi. Hetta er í stuttum søgan um búsetingina í eini 1000 ár. Tíðin hevur havt fáar broytingar við sær, [...] Koltur er gomul markatalsbygd, og í oynni hevur av fyrstan tíð bara verið ein garður. Seinni er upprunaligi 16 marka garðurin farin sundur í tveir, og í jarðarbókini frá 1584 eru báðir garðarnir kongsgarðar [...] kongsgarðar. Tí er trúligt, at oyggin síðan tíðliga í miðøldini og fram til trúbótina hevur ligið til bispagarðin í Kirkjubø. Eldri garðurin var Heimi í Húsi og hin yngri Norðri í Gerði. Uttan um garðarnar
AB AB hevur fingið framrættaðan spælara úr Gundadali og út um ánna. Talan er um Thomas Hans Rubeksen. Hann er uppvaksin í HB, men tvey tey seinastu árini hevur hann spælt í B36. Har hevur hann verið partur [...] nakar ivi um, at Thomas Hans, sum er skjótur og hevur nøs fyri at leita málmøguleikarnar upp, fer at fáa meiri spælitíð á besta AB liðnum, enn hann higartil hevur fingið í B36. Í nakrar vikur hava AB spælararnir
eitt óvanliga friðarligt vikuskifti, og tað hevur einki sum helst verið at gjørt. Eingin er tikin fyri at koyra fullur, einki ferðsluóhapp hevur verið, og tað hevur verið serstakliga friðarligt, var sagt á [...] kanningar. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað annars hevur verið eitt sera friðarligt vikuskifti, og at tað ikki hevur verið so nógv fólk í býnum. Vakthavandi væntar tó, at komandi vikuskifti
Fríðriksmørk spyr løgmann, um hann hevur røkt og havt møguleika at røkja sína eftirlitsskyldu í málinum. Tveir frá Høgna Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, hevur sett løgmanni tveir skrivligar [...] Størsti andstøðuflokkurin í løgtinginum hevur nógvar spurningar til løgmann um aktuell politisk viðurskifti, og á løgtingsfundi í dag skulu tingfólk atkvøða um fýra fyrispurningar til Jóannes Eidesgaard [...] Eidesgaard frá tingfólki hjá Tjóðveldisflokkinum. Torbjørn Jacobsen hevur sett løgmanni nakrar spurningar í sambandi við málið um Jøkulfell. Torbjørn Jacobsen vil millum annað hava at vita, hvat løgmaður visti
øki. Í dag er móttøka í nýggja verkstaðnum, sum BBR service í Runavík hevur latið byggjað á Lambareiði. BBR service, sum higartil hevur hildið til í gomlu bilsmiðjuni, sum Runavíkar Mekaniski verkstaður átti [...] BBR bilverkstaðurin hevur í dag móttøku í nýggja verkstaðinum, sum er bygdur í gamla grótbrotinum á Lambareiði Síðani skervsølan hjá Landsverk fyri nøkrum árum síðani varð flutt úr gamla grótbrotinum á [...] á Lambareiði og niðan á Hústoft hevur ferðslan ikki verið so stór í hesum økinum, sum hon onkuntíð plagdi at vera. Nú er meiri lív við at koma í hetta økið. Fyri ikki so langari tíð síðani flutti ambu
Gunnar hevur í nógv ár verið mettur sum ein av okkara dugnaligastu klaverspælarum. Hann hevur mest spælt fyri onnur, men fyri eini tíð síðani traðkaði hann fram sum einstaklingur. Hetta hevur hilnast [...] ger tað møguligt hjá Gunnari at brilliera á ljómborðinum. Tónleikurin er eitt sindur sveimandi og hevur eitt stórt ljóð, hóast teir einans eru tríggir. Og tað var meiri enn eina ferð, at tankarnir leitaðu [...] væl samanspældir, og ikki vóru heilt tryggir við, nær tey ymsu skiftini skuldu fara fram. Gunnar hevur evni sum fáur, og at kalla hann eitt tónlistarligt flogvit er ikki at gera av.
tilsamans hevur hetta kostað ríkiskassanum fleiri milliardir krónur, skrivar Reuters. Sum varaverjumálaráðharri hevur Ziad Cattan havt ábyrgdina av øllum handli hjá iraksku hermegini, og framferðin hevur ikki [...] ikki altíð verið líka reiðilig. Eitt nú er avdúkað, at herurin hevur keypt nakrar tyrlur úr Pólandi fyri 600 milliónir krónur. Tyrlurnar skuldu eitast at vera nýggjar, men tað vísti seg, at hetta vóru 30 [...] rindaði ov nógv, fóru í lumman hjá varaverjumálaráðharranum og onkrum hjálparmanni hansara. Avdúkingin hevur havt við sær, at myndugleikarnir kanna arbeiðsháttin hjá fleiri øðrum starvsfólkum í verjumálaráðnum