Steven Gerrard til USA

Liðskiparin hjá Liverpool skiftir eitt felag í USA í summar

Í gjár boðaði Steven Gerrard frá, at hann í summar gevst í Liverpool, sum er barndómsfelagið hjá honum. Í dag boðar hann frá, at hann gongur somu leið sum eitt nú David Beckham og Thierry Henry, og skiftir til Major League Soccer í USA.

 

Les eisini: Steven Gerrard gevst í Liverpool

 

34 ára gamli miðvallarin, sum hevur spælt í 17 ár á besta liðnum, hevur enn ikki sett navn á hvat fyri felag talan verður um. Fjølmiðlarnir meta, at talan verður um LA Galaxy, New York Redbull ella New York City.

 

Les eisini: Gerrard noktar at spæla móti Liverpool

 

Hesi feløgini hava øll royndir av spælarum sum David Beckham, Thierry Henry, David Villa og Frank Lampard, tó at tveir teir seinastu ikki hava spælt fyri New York City enn.

 

Les eisini: (Fótbóltspanelið - Ljóðbrot) Hvønn týdning hevur Gerrard havt fyri Liverpool?

 

Tað hevur eisini ljóðað í bretskum miðlum, at Liverpool longu nú umhugsar at leiga Steven Gerrard aftur í januar 2016, tá steðgur er í landskappingini í USA. Hesum vil Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool, ikki gera viðmerkingar til.

Til ber at síggja samrøðu sum LFCTV hevur gjørt við Steven Gerrard við at trýsta HER