Undirhúsið í Havn hevur í eitt mannaminni hildið til í bygninginum hjá Poul Hansen í Vágsbotni. Herfyri vóru teir tó noyddir at fara úr hølunum, í samband við at Gist & Vist fer at lata nýggja matstovu upp.
Samstundis sum trappan í Vágsbotni og vegurin upp á Bryggjubakka er gjørdur av nýggjum, hevur Poul Hansen víðkað um tær báðar niðastu hæddirnar í bygninginum og grivið eitt petti inn undir vegin.
Undirhúsinum nýttist tó ikki at flyta langt. Gomlu havnamenninir fingu avtalu í lag við Reyða Kross, sum liggur beint við síðunar av Poul Hansen, og hava hildið til har, meðan umbyggingin hevur gingið fyri seg.
Høgni Hansen, stjóri í Poul Hansen, sigur tó, at avtala er gjørd við Undirhúsið, um at tað skal fáa innivist í nýggju matstovuni.
– Í nýggju matstovuni verður tí eitt rúm gjørt, sum verður nýtt sum Undirhús um dagin, sigur Høgni Hansen.
Sum so mangar aðrar byggiverkætlanir í hesum døgum, hevur eisini arbeiðið við at gera the Tarv klárt, drigið nakað út.
Matstovan hevur søkt eftir fólki og ætlanin var, at matstovan skuldi lata upp áðrenn ólavsøku.
– Eg stúri tó fyri, at tann tíðarætlanin ikki fer at halda, sigur Høgni Hansen.