Seinnapartin í dag skrivaði Shetland News, at skiparin á Christian í Grótinum, Páll Klein Rasmussen, er ákærdur fyri tvey brot. Sambært blaðnum hevur fyrra brotið nakað við kemiska viðgerð av fiskinum at gera - og hitt seinna, at fiskurin ikki verður frystur heilur.
Rættarmál verður 9. desember, men tá reiðaríið seinnapartin í dag hevði reist eina trygd á umleið 200.000 krónur, kundi skipið loysa aftur í Hetlandi, eftir at vera seinkað heim til landing í Føroyum í tvey samdøgur.
Eyðun Rasmussen, stjóri, sigur, at reiðaríið ikki hevur fingið ákærurnar sendandi skrivliga, og tí stendur hann framvegis spyrjandi um, hví hetta hendir júst nú, tá Christian í Grótinum áður hevur heysað og fryst makrel í ES-sjógvi.
- Fyrr enn feski makrelurin, sum telur 300 tons av lastini, er landaður hjá P/F Pelagos í Fuglafirði í morgin, vita vit ikki, hvat tað kemur at kosta okkum at hava verið tarnaðir í Hetlandi.
Stjórin ásannar, at skotar ikki hava verið serliga fegnir um semjuna, sum Føroyar fingu í lag við ES og Noreg um makrelbýtið, men hann fær seg illa at trúgva, at tað, sum Christian í Grótinum nú hevur verið fyri, hevur nakað við hetta mál at gera.