Friðarligt illveður

Hóast nógvan vind, so hevur talan ikki verður um skaðaódn í dag

 

 

Stóran part av degnum hevur verið illveður. Avlýsingar av ymsum slag hava verið heilt nógvar í tali, og onkra staðni hevur talan eisini verið um skaðar. Men hetta hevur tó verið undantakið.

 

- Vit hava ikki merkt tað heilt stóra til illveðrið í dag, sigur Heðin D. Poulsen, leiðari á skaðatænastuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

- Tíbetur ansa fólk sum heild væl eftir, so leysir lutir ikki sløðast úti, tá illveður er. Og so hevur vindmegin heldur ikki verið heilt so nógv, sum hon onkra aðra tíð hevur verið.

 

Myndir frá ódnarveðrinum í dag síggjast HER

 

- Í dag vórðu skrásettir nakrir og tjúgu skaðar, harav helmingurin var í Suðuroynni, har illveðið gjørdi mest um seg. Nakrar fráboðanir koma ivaleyst afturat í morgin, men vit er langt ífrá tí, sum var galdandi í 2011 og í 2013, tá seinastu veruligu skaðaódnirnar vóru. Til sammetingar kann nevnast, at vit í 2011 skrásettu einar 3.000 skaðar ta einu ódnina, og í desember í 2013 var talan um á leið 1.000 skaðafráboðanir. So vit tosa altso um heilt onnur tøl enn tað, sum varð staðfest í dag, sigur Heðin D. Poulsen.