So vann Toyota aftur á Citroën

Mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár er Toyota

 

 

Í mai mánaði var mest selda bilmerki í Føroyum Toyota. Tað er nú ikki óvanligt, at Toyota liggur á fremsta plássi, men seinastu árini hevur kappingin frá Citroën verið hørð – so hørð, at Citroën lá tveir bilar framman fyri Toyota, tá gjørt var upp fyri søluna fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Men sølan í mai hevur broytt myndina nógv, tí nú er Toyota aftur nógv mest selda bilmerki í mai. Bara í mai-mánaði eru seldir 51 Toyotabilar, meðan Citroën hevur selt 30. Tað ger, at Toyota aftur liggur klárt á odda við 142 bilum í mun til 123 hjá Citroën. Men Citroën hevur nú harða kapping frá Volkswagen, sum hevur selt ein bil færri, 122 bilar, higartil í ár.

 

10 tey best seljandi bilmerkini fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár eru hesi:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

142

CITROËN

123

VOLKSWAGEN

122

NISSAN

98

MITSUBISHI

86

FORD

81

OPEL

46

MERCEDES-BENZ

42

VARIANT*

40

HONDA

38

 

 

* viðfestisvognur

 

10 tey best seljandi bilmerkini í mai-mánaði í ár eru hesi:

 

Bilmerki

Akf.tal

TOYOTA

51

VOLKSWAGEN

33

CITROËN

30

NISSAN

28

VARIANT*

15

FORD

12

MERCEDES-BENZ

12

MITSUBISHI

11

OPEL

11

RENAULT

11

 

 

* viðfestisvognur