- Eg kundi kanska hugt meira upp

- Men, tá eri eg bangin fyri at missa burtur, sigur Annelisa Rasmussen, deknur við Sjóvar kirkju.

Annelisa Rasmussen er deknur við Sjóvar kirkju. 

 

Innast inni dámar henni ikki, at alt gongur í arv, men hóast tað er hon kirkjutænari við Sjóvar kirkju, har pápi hennara, Ámund Berthelsen, hevur sitið við urguna.

 

Annelisa, sum er fødd 18. mars í 1970, er lærari við Tofta skúla, og í kirkjuni hevur hon ein annan leiklut enn tann, sum pápin hevði.

 

- Eg sat í kirkjuráðnum í seinastu setu, og tað var ringt at finna deknar. Jóna Hansen var farin í barsil. Í fjør og í ár hava Mariann Poulsen og eg skiftst um at vera deknar fyri Jónu. 


Annelisa sigur, at hon fyrireikar seg væl og roynir at gera sær ómak, tá hon lesur lestur. Hon hevur ikki stúrt fyri hesi uppgávu, og sum lærari er hon von við at standa framm.

 

- Men, hetta hevur verið ein avbjóðing, og tað gleðir meg, at afturmeldingarnar hava verið góðar. Eg verið drigin inn í lesturin. Kanska kundi eg hugt meira upp, men tá eri eg bangin fyri at missa burtur. Tað fer kanska at broytast.

 

Annelisa Rasmussen sigur við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni, at hon hevur fleiri lestrar at velja ímillum, og hon velur tann, sum sigur henni mest.