Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
St. Gallen tapti í kvøld 24-29 fyri HC Kriens-Luzern, ið var á odda 16-14 í steðginum. Talan var um triðja tapið á rað hjá St. Gallen í deildini.
Sasja bjargaði í kvøld seks av 26 málroyndum, meðan kappingarneytin, Jochum Philipp bjargaði tveimum av átta málroyndum.
St. Gallen er nummar seks í deildini við 13 stigum.
Sunnudagin klokkan 16 hevur St. Gallen heimadyst á skránni móti Handball Stafa, ið bert hevur fingið tvey stig í kappingini. Tá átti at borið til hjá St. Gallen at fingið stig aftur.











