Kappingarneyti hjá Pál dopingtikin

Sun Yang, ið er í serflokki sterkasti kappingarneytin hjá Pál Joensen, varð fyrr í ár tikin fyri doping.

Sun Yang, OL-vinnari og haldari av heimsmetinum á 1500 metur frí, varð fyrr í ár útistongdur frá svimjing av kinesiska anti-doping sambandinum.

 

Sun Yang var í mai tikin fyri nýtslu av trimetazidine undir kinesiska meistaraskapinum í svimjing. Trimetazidine hevur staðið á dopinglistanum síðani januar í ár. Sun Yang vardi seg við, at tað var av heilsuávum, at hann hevði tikið hetta evnið, og at hann ikki varð varugur við, at evnið var forboðið.

 

Sun Yang hevur longu sitið dómin, ið var tríggjar mánaðir útihýsan frá kappingum, og luttók undir asiatisku stevnuni í svimjing í septembur. Har vann hann kappingina í 400 metrum frí og 1500 metrum frí, umframt at hann var á kinesiska liðnum, sum vann 4x100 metrar.

 

Sun Yang hevur verið nevndur maðurin, sum ikki kann vinnast á. Hann vann tvær gullmedaljur á olympisku leikunum í London í 2012, hevur vunnið fimm gullmedaljur á HM, umframt at hann hevur heimsmetið á 1500 metrum frí.

 

Sun Yang gjørdist heimsmeistari í 1500 metrum frí í 2011. Tá gjørdist Pál Joensen nummar fýra.

 

Tað er óvist, hví tíðindini um dopingbannið ikki verða borin fyrr enn nú.