Tað, sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, er nú loksins vorðið endaliga váttað – nevniliga, at Paul Pogba skiftir úr Juventus til Manchester United. Tað er greitt, eftir at hann hevur staðið læknakanningina í enska felagnum.
Manchester United váttar á heimasíðu síni, at Paul Pogba hevur skrivað undir ein fimm ára sáttmála. Sambært Sky Sports, so hevur 23 ára gamli franski landsliðsmiðvallarin kostað 775 milliónir krónur.
Paul Pogba, sum skeyt 28 mál í 124 dystum fyri Juventus, spældi í tíðarskeiðnum 2009 til 2012 við Manchester United, og vendir hann nú tískil aftur til Old Trafford.
- Eg eri sera glaður fyri at venda aftur til United. Tað hevur altíð verið eitt felag við serligum plássi í hjarta mínum, og eg gleði meg at virka undir José Mourinho, sigur Pogba við heimasíðuna hjá Manchester United.
Eisini venjarin, José Mourinho, er fegin um at hava fingið Paul Pogba í hópin.
- Paul er ein av heimsins bestu spælarum, og hann fær ein lyklaleiklut á tí United-liðnum, sum eg ætli mær at byggja, sigur hann.
Manchester United fer sunnudagin á vitjan hjá Bournemouth í fyrsta umfari av nýggja kappingarárinum í Premier League.