- Tað er sunt við kapping

Seinastu tíðina eru tvær nýggjar kafé'ir latnar upp í Runavíkar-økinum, men í Café 44 siga tey seg einki hava mist.

Café 44 í Saltangará hevur nøkur ár á baki sum kafé og matstova. Í eina tíð hevur kafé'in verið meira ella minni einsamøll av sínum slag í Runavíkar-økinum.

 

Men, seinastu tíðina eru tvey nýggj støð latin upp, nevniliga Café Cibo í Saltangará og Hotel Runavík, sum eisini hevur kafé í sínum konsepti. 

 

Sólfríð Jacobsen, sum eigur og rekur Café 44, sigur, at henni líkar væl, at aðrar kafé'ir eisini bjóða seg fram.

 

- Tað er sunt við kapping, og tað er hugaligt, at onnur eisini hava hug at reka slíkt virksemi í økinum.

 

Hon heldur ikki, at Café 44 hevur mist nakað, nú aðrar kafé'ir eisini eru komnar, men heldur, at økta útboðið ger, at enn fleiri velja at fara út at fáa sær ein drekkamunn ella ein góðan bita.

 

- Okkara konsept er ikki hitt sama sum hjá hinum báðum kafé'unum, og vit kunnu eisini skeinkja øl og vín aftur við matinum, sigur Sólfríð Jacobsen.

 

Í ovaru hæddini í Café 44 er barrin Péche, og her er livandi tónleikur hvørt fríggjakvøld, eins og barrin eisini hevur opið leygarkvøld.