pensjónistum og lesandi. Um skattalættan til lág- og miðallønt stendur í samgonguskjalinum: – Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað [...] almannaøkið skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og málið er, at eingin skal liva undir fátækramarkinum. Ein bøttur íbúðarmarknaður og átøk fyri
klokkan 11 í morgun beyð borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag, og tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum setti dagin í Klaksvík [...] eru av, fer formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Alfred Olsen, at handa heiðurstekin til bestu skip og bátar í Føroyum. At sjeyti ár eru liðin síðan seinna heimsbardaga setir í ár sín dám á Føroya Sjómannadag [...] Sjómannadag, og nú um middagsleitið verður ein serlig løta í hesum sambandi. Uni Næs, dómpróstur, fer at flyta fram røðu, eins og hann fer at lesa upp nøvnini á teimum, sum fórust við føroyskum skipum undir
veitara av reinsaðum lýsi, men virkið viðger í løtuni eina møguliga íløgu í reinsitøknina, soleiðis at menningin og virðisskapanin av hesi vøru kann fremjast í Føroyum. [...] heilsubetri vøra. - Hetta fóður er sostatt ein týðandi liður í framleiðsluni av virðismikla laksinum hjá Bakkafrost og er ein týdningarmikil grundarsteinur í, at laksurin fær hægsta prís á marknaðinum. Á Havsbrún [...] er longu at fóðra laks hjá Bakkafrost við nýggja fóðurinum. - Umframt at fóðurið hjá okkum er ríkt í heilsugóðu omega-3 fitisýrunum, viðførur reinsingin av lýsinum eisini eina munandi lækking av umhvørvisligum
ella síðst í næstu viku. Í løtuni fiska fimm línuskip við Eysturgrønland og eitt av skipunum, sum hevur fiskað har yviri, kemur væntandi heim at landa mánadagin. Streymurin verður harður fyrst í vikuni sum [...] Trý línuskip eru á Íslandsrygginum, trý eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum. - Skipini á Rygginum fáa mest av toski og svartkalva og eitt sindur av blálongu og lira. Skipini undir Íslandi fáa mest [...] Veðrið verður hampiligt. - Vit rokna tí við, at nakað verður av útróðri, serliga miðskeiðis og seinni í vikuni sum kemur, siga tey á marknaðinum.
1. august í ár kom fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð upp um 49.000 fólk. Hagstova Føroya gjørdi fólkatalið upp til at verða 49. 179 fólk, og hetta er met. Seinasta 12-mánaðir tíðarskeiðið vaks fólkatalið [...] 1,6 prosent. Vága sýsla og Suðuroyar sýsla hava havt afturgongd í fólkatalinum seinasta árið. Í Vágum gjørdust tey tvey fólk færri, og í Suðuroy minkaði fólkatalið við 44 fólkum. Tá ið tað kemur til k [...] fólkatalið við 539 fólkum og svarar til 1,1 prosent. Flestu økini í landinum uppliva framgongd í fólkatalinum. Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy, Tórshavnarøkið og Sandoy hava øll havt fólkavøkstur seinasta
Tórshavnar Kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum í summar. Lestrarhølini verða í niðaru hæddini í skúlanum í Kongagøtu. Í lestrarhølinum kunnu ung lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og [...] tænasta til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og sum møguliga hava eina stóra uppgávu ella aðra próvtøku fyri framman. Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað [...] stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølini. Skúlin í Kongagøtu er innskúlingin til tað, sum fyrr var Kommunuskúlin. Á heimasíðu sínari
alt teir eru mentir, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Teir 18 brotsmenninir hava tilsamans verið handan rimar í 200 ár, og í fongslinum hava teir sungið í kórinum og skriva sangir og tekstir saman [...] 13. - 19. august vitjar danska Fangakórið úr Vridsløselille Statsfængsel í Føroyum, har fleiri konsertir eru á skrá kring landið. - Tað verður ein øðrvísi uppliving at hoyra ein bólk av sprøklutum brotsmonnum [...] alt frá brotsgerðum til vón um eina bjarta framtíð. Hesar eru konsertirnar. 13. august: Arresthúsið í Havn kl. 19 14. august: Tofta Kirkja, kl. 19.30 15. august: Christianskirken, kl. 16 16. august: Hoyvík
at synhja og spæla á Tórsfestini í gongugøtuni Havn, leygardagin 25. juli Frændur er ein tann fólkakærasti tónleikabólkurin í Føroyum, ið hevur spælt fyri fullum hølum í eini 30 ár. Og hesi 30 árini hava
Uppgerðin vísir, at í juni í ár eru 785 løntakarar fleiri í Føroyum, enn fyri einum ári síðani. Størsti vøksturin er í fiski- og alivinnuni, har tað nú tilsamans eru 4.081 fólk í arbeiði og tað eru 271 [...] fleiri enn fyri einum ári síðani. Í 2012 vóru 4.000 løntakarar í fiski- og alivinnuni og síðani hevur talið sostatt at kalla staðið í stað. Men teir flestu løntakarar eru í almennari fyrisiting og tænastu [...] Frá 2012 til 2014 vóru einir 8.960 løntakarar í hesum vinnugreinum, men seinasta árið eru eini 120 komnir aftrat, so tað nú eru 9.094 føroyingar, sum arbeiða í almennum tænastum.
at hann hevur lovað at halda fram í tveir mánaðir afturat. Og henda broytingar hesar báðar mánaðirnar, vísir hann ikki aftur, at hann verður verandi í starvinum í Føroyum. [...] Tað sigur Pero Soré, serlækni í giktasjúkum á Landssjúkrahúsinum. Tað er nakað síðani, at hann annars segði seg úr starvi, men í morgun hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, greitt frá, at [...] at útlit eru fyri, at verður verandi. Les eisini: Serlæknin í gikt heldur helst fram í starvinum Í eini stuttari viðmerking sigur giktlæknin, at hann hevur onki hoyrt, hvørki frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum