Sambært samgonguskjalinum verða fíggjarligir lættar veittir lág- og miðalløntum, herundir pensjónistum og lesandi.
Um skattalættan til lág- og miðallønt stendur í samgonguskjalinum:
– Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað liviligari hjá øllum. Skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar.
– Barnafamiljur, ið liva undir fátækramarkinum, skulu hava bráðfeingis lætta. Kringvarpsgjaldið verður endurskoðað, barnastuðul verður latin børnum undir skúlaaldri, og lestrarstuðulin verður hækkaður.
– Nýskipanir innan almannaøkið skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og málið er, at eingin skal liva undir fátækramarkinum. Ein bøttur íbúðarmarknaður og átøk fyri at lækka kostnaðarstøðið skulu gera tað lættari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman.