Serlæknin í gikt hevur onki frætt av nøkrum

Hann vísir ikki aftur, at hann kann verða verandi í Føroyum

- Eg havi einki frætt av nøkrum.

Tað sigur Pero Soré, serlækni í giktasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Tað er nakað síðani, at hann annars segði seg úr starvi, men í morgun hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, greitt frá, at útlit eru fyri, at verður verandi.

 

Les eisini: Serlæknin í gikt heldur helst fram í starvinum

 

Í eini stuttari viðmerking sigur giktlæknin, at hann hevur onki hoyrt, hvørki frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, ella frá Heilsumálaráðnum.

Tað er heldur eingin fundur avtalaður.

 

Hann hevði sagt seg úr starvi á nýggjárinum, men hann váttar, at hann hevur lovað at halda fram í tveir mánaðir afturat.

Og henda broytingar hesar báðar mánaðirnar, vísir hann ikki aftur, at hann verður verandi í starvinum í Føroyum.