13. - 19. august vitjar danska Fangakórið úr Vridsløselille Statsfængsel í Føroyum, har fleiri konsertir eru á skrá kring landið.
- Tað verður ein øðrvísi uppliving at hoyra ein bólk av sprøklutum brotsmonnum við ópoleraðum røddum, men sum syngja alt teir eru mentir, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Teir 18 brotsmenninir hava tilsamans verið handan rimar í 200 ár, og í fongslinum hava teir sungið í kórinum og skriva sangir og tekstir saman, sum síðani eru komnir á fløgu. Sangirnir eru um alt frá brotsgerðum til vón um eina bjarta framtíð.
Hesar eru konsertirnar.
13. august: Arresthúsið í Havn kl. 19
14. august: Tofta Kirkja, kl. 19.30
15. august: Christianskirken, kl. 16
16. august: Hoyvík
17. august: Vestmanna, kl. 19
18. august: Vágs Kirkju, kl. 20










