Havsbrún hevur framleitt fóður við reinsaðum lýsi, og byrjað er longu at fóðra laks hjá Bakkafrost við nýggja fóðurinum.
- Umframt at fóðurið hjá okkum er ríkt í heilsugóðu omega-3 fitisýrunum, viðførur reinsingin av lýsinum eisini eina munandi lækking av umhvørvisligum dálkingarevnum, eitt nú dioxini og PCB.
Samanlagt førir hetta fóðurið til, sigur Havsbrún, at laksurin gerst ein serstakari og heilsubetri vøra.
- Hetta fóður er sostatt ein týðandi liður í framleiðsluni av virðismikla laksinum hjá Bakkafrost og er ein týdningarmikil grundarsteinur í, at laksurin fær hægsta prís á marknaðinum.
Á Havsbrún siga tey, at virkið hevur samstarv við danskan veitara av reinsaðum lýsi, men virkið viðger í løtuni eina møguliga íløgu í reinsitøknina, soleiðis at menningin og virðisskapanin av hesi vøru kann fremjast í Føroyum.