Tað er av álvara aftur gerandisdagur hjá Ólavi Mikkelsen og hansara monnum á U-21 landsliðnum. Sigur í trimum teimum fyrstu dystunum bar við sær, at Føroyar framvegis eru topplið í EM undankappingarbólkinum.
Føroyar vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Estlandi, 2-1 í Íslandi og síðani 1-0 í Luksemborg. So varð tað gerandisdagur aftur, tá ið Frakland fór úr Klaksvík við 6-0 sigri, og Sveis vann 3-1 á Tórsvølli. Hóskvøldið taptu Føroyar vinadyst á útivølli 3-0 ímóti Ungarn eftir málleysan fyrra hálvleik, og í kvøld klokkan 20 fer føroyska liðið aftur í eldin. Tað verður í Grenoble, har Frakland er stórfavorittur.
Føroyar hava 9 stig fyri 5 dystir, og Frakland hevur 7 stig fyri 3 dystir.
Undan risastóru avbjóðingini í kvøld sigur Ólavur Mikkelsen U-21 landsliðsvenjari soleiðis við heimasíðuna hjá FSF:
– Vit vóru ikki heilt nøgdir við egið avrik móti fransmonnum á heimavølli í oktobur, og hetta ynskja vit at betra um. Og skulu vit fáa eitt gott úrslit hesaferð, so krevst at vit spæla upp til okkara allar besta. Vit hava fyrireikað okkum væl, og fingu eisini nógv burturúr venjingardystinum móti Ungarn. Allir í hópinum eru væl fyri, so ja, vit eru klárir, væl vitandi, at uppgávan verður stór og trupul, og vit skulu rokna við at koma at standa nógv í verjustøðu, sigur Ólavur Mikkelsen.
Frakland - Føroyar U-21 klokkan 20 verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum.
Dómari verður Igor Bosca úr Moldova.
##med2##
##med3##













