- Eg havi verið í iva, men seinasta fríggjadag tók eg endaligu avgerðina um ikki at stilla upp á løgtingsvalinum komandi.
Tað sigur Jógvan Skorheim, sum er fyrst valdur býráðslimur á listanum hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar kommunu.
Á seinasta kommunuvali var hann nýggjur í Fólkaflokkinum eftir tíðina í Sjálvstýrinum, men hóast skiftið gjørdist hann fyrst valdur á fólkaflokslistanum.
- Tað kundi verið freistandi at stilla upp á løgtingsvalinum hesaferð, nú Fólkaflokkurin rættiliga hevur vindin í seglunum, men tað verður so ikki hesaferð.
Jógvan Skorheim vísir á, at hann júst er farin í nýtt starv sum økisleiðari í Norðoyggjum hjá fyritøkuni, Framskák, sum eisini fer at flyta í nýggj hølir í Klaksvík.
Flutt verður nevniliga í hølini í Nólsoyar Pálsgøtu 2, har Alfa Bókhandil áður hevur hildið til.
Vit kunnu leggja aftrat, at fyritøkan Framskák eitt nú veitir tøkni innan KT-útgerð, KT-rakstur, fundartøkni og kunningarskíggjar.
Sjálvur væntar og vónar Jógvan Skorheim, at Fólkaflokkurin fer at gera eitt gott løgtingsval.
- Jú, tað hevði verið spennandi at verið við hesaferð, men í løtuni hava býráðið og nýggja starvið fremstu raðfesting hjá mær, sigur Jógvan Skorheim.











