Fólkatalið minkar í tveimum økjum

Fólkatalið setur met, tvey øki í landinum hava havt afturgongd seinasta árið

1. august í ár kom fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð upp um 49.000 fólk. Hagstova Føroya gjørdi fólkatalið upp til at verða 49. 179 fólk, og hetta er met. 

Seinasta 12-mánaðir tíðarskeiðið vaks fólkatalið við 539 fólkum og svarar til 1,1 prosent.

Flestu økini í landinum uppliva framgongd í fólkatalinum. Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy, Tórshavnarøkið og Sandoy hava øll havt fólkavøkstur seinasta árið – millum 0,9 og 1,6 prosent.

Vága sýsla og Suðuroyar sýsla hava havt afturgongd í fólkatalinum seinasta árið. Í Vágum gjørdust tey tvey fólk færri, og í Suðuroy minkaði fólkatalið við 44 fólkum.

Tá ið tað kemur til kommunurnar, hevur Sunda kommuna havt størst framgongd. Har vaks fólkatalið við 4,1 prosentum. Sands kommuna vaks við 3,4 prosentum.