Fleiri línuskip landa í næstu viku

Streymurin verður harður fyrst í vikuni sum kemur, men batnar, sum vikan gongur.

Trý línuskip eru á Íslandsrygginum, trý eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum.

 

- Skipini á Rygginum fáa mest av toski og svartkalva og eitt sindur av blálongu og lira. Skipini undir Íslandi fáa mest av toski, hýsu, longu, upsa og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey línuskip koma inn at landa mánadagin komandi og nøkur miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Í løtuni fiska fimm línuskip við Eysturgrønland og eitt av skipunum, sum hevur fiskað har yviri, kemur væntandi heim at landa mánadagin.

 

Streymurin verður harður fyrst í vikuni sum kemur, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt.

 

- Vit rokna tí við, at nakað verður av útróðri, serliga miðskeiðis og seinni í vikuni sum kemur, siga tey á marknaðinum.