Stutt fyri klokkan 11 í morgun beyð borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag, og tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum setti dagin í Klaksvík.
Við setanarløtuna spældi Klaksvíkar Hornorkestur nøkur løg. Tá vælkomstrøða og setanarrøða eru av, fer formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Alfred Olsen, at handa heiðurstekin til bestu skip og bátar í Føroyum.
At sjeyti ár eru liðin síðan seinna heimsbardaga setir í ár sín dám á Føroya Sjómannadag, og nú um middagsleitið verður ein serlig løta í hesum sambandi. Uni Næs, dómpróstur, fer at flyta fram røðu, eins og hann fer at lesa upp nøvnini á teimum, sum fórust við føroyskum skipum undir seinna heimsbardaga.
Við løtuna fara sangarar úr Tjørnuvík eisini at syngja Kingo-sangir.










