Flest arbeiðspláss í almennum tænastum

Tað eru tvær ferðir so nógv arbeiðspláss hjá tí almenna í Føroyum, enn tað eru í fiskvinnnuni og alivinnuni

Almenn fyrisiting, og almennar tænastur, er okkara størsta vinnugrein.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at í juni í ár eru 785 løntakarar fleiri í Føroyum, enn fyri einum ári síðani. Størsti vøksturin er í fiski- og alivinnuni, har tað nú tilsamans eru 4.081 fólk í arbeiði og tað eru 271 fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Í 2012 vóru 4.000 løntakarar í fiski- og alivinnuni og síðani hevur talið sostatt at kalla staðið í stað.

 

Men teir flestu løntakarar eru í almennari fyrisiting og tænastu. Frá 2012 til 2014 vóru einir 8.960 løntakarar í hesum vinnugreinum, men seinasta árið eru eini 120 komnir aftrat, so tað nú eru 9.094 føroyingar, sum arbeiða í almennum tænastum.