Reyði Krossur stuðar arbeiði móti ebola-smittu

Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frábrigdinum

 

Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika.

 

- Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frábrigdinum. 

 

Sambært nýggjastu tølunum frá Heimsheilsustovninum (WHO) eru fleiri enn 1.700 tilburðir av Bundibugyo-frábrigdinum av ebola staðfestir í DR Kongo og Uganda, og higartil eru fleiri enn 580 fólk deyð av smittuni.

 

Tað ger støðuna serliga álvarsliga, at hetta frábrigdið í løtuni ikki hevur nakra góðkenda koppseting ella serstaka viðgerð.

 

- Tí eru fyribyrging, skjót smittusporing, kunning, reinføri og lokal tilbúgving avgerandi fyri at avmarka útbrotið. Útbrotið rakar harumframt eitt øki, har nógv fólk frammanundan eru viðbrekin orsakað av vápnaðum ófriði, veikari heilsutilbúgving og stórari fólkaferðslu tvørtur um landamørk. 

 

Tað verður mett, at 20 til 25 milliónir fólk eru í vanda fyri at verða smittað í Eysturkongo og í ávísum há-risiko økjum í Uganda. Og av teimum eru 12 til 18 milliónir fólk, sum búgva við markið millum bæði londini í serliga stórum vanda fyri at verðað smittað.

 

- Ein av orsøkunum til, at tey eru í so stórum vanda er millum annað tí, at nógv fólk ferðast millum londini á hesum plássum – fleiri teirra fyri at leita sær læknahjálp í Uganda, og á hendan hátt kunnu bera ebola-smittuna víðari til onnur tey koma í samband við á ferðini. 

 

Átakið, sum Reyði Krossur Føroya letur pening til er eitt stórt átak, sum fleiri Reyða Kross-felagsskapir eru felags um at stuðla.

 

- Arbeiðið skal gagna umleið trimum milliónum fólkum. Átakið fevnir um arbeiði í DR Kongo og Uganda, har smittan er staðfest, og um fyrireiking og tilbúgving í grannalondum, har vandi er fyri víðari spjaðing.

 

##med2##

 

Reyði Krossur hevur ein týðandi leiklut í slíkum heilsu- og tilbúgvingarkreppum, tí lokalu Reyða Kross-feløgini eru til staðar í samfeløgunum og kunnu arbeiða beinleiðis við kunning, álitisbygging, smittusporing, reinføri, sálarligum stuðli, verju av sjálvbodnum, og tryggari og virðiligari handfaring av andlátum.

 

- Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur av egnari fígging til Ebola-átakið, verður sagt í tíðindaskrivi, sum Reyði Krossur Føroya hevur sent út í dag.

 

##med3##