Lestrarhús í Kongagøtu

Skúlin í Kongagøtu í Havn verður í summar skipaður sum lestrarhús

 

Tórshavnar Kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum í summar. Lestrarhølini verða í niðaru hæddini í skúlanum í Kongagøtu. Í lestrarhølinum kunnu ung lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.


Hølini eru ein tænasta til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og sum møguliga hava eina stóra uppgávu ella aðra próvtøku fyri framman. Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølini.

Skúlin í Kongagøtu er innskúlingin til tað, sum fyrr var Kommunuskúlin. Á heimasíðu sínari skrivar Tórshavnar Kommuna, at Lestrarhúsið letur upp í komandi viku og er opið til 14. august 2015.