helt til, var móttøka í nýggja stásiliga virkisbygninginum hjá bilafyritøkuni P/f BBR Service seinasta leygardag. Hóast nógv fólk vóru til móttøkuna, sóust tey næstan ikki aftur inni í stóra bygninginum. [...] framsýningarhøll. Byggivirkið KBH Sp/f á Toftum hevur verið høvuðsarbeiðstakari í sambandi við byggingina. BBR Service bleiv stovnað í juli 1996. Stovnarar vóru Birgir Samuelsen, Bogi Rasmussen og Rógvi Rasmussen [...] umleið 3.000 fermetrar stórt grundøki og hevur latið bygt ein bygning til virksemið hjá fyritøkuni, sum í høvuðsheitum umfatar bilaumvælingar og leigubilar. Gólvvíddin á sjálvum bygninginum er 500 fermetar
hevur alla sína tíð verið millum framrættaðu KÍ spælararnar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum hevur hann verið vongverji í vinstru, og hann hevur staðið seg væl ? bæði ímóti Jákupi [...] vera vongverji. Saknar tú ikki at vera við í álopunum? - Tað ber til at fara framvið onkra ferðina, men álopsparturin er ikki tann primeri hjá vongverjunum. Í verjuni haldi eg, at vit høvdu hampuliga gott [...] at tað er alt annað enn hugaligt at spæla, tá ið mótstøðuliðið nýtir taktikkin, sum VB brúkti í Klaksvík. At pakka seg og dúva upp á langar sendingar og upp á at tíðin skal dragast út við øllum hugsandi
Unglingameistarakappingin í svimjing varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Sum vera man, so var spenningurin undan hesari stórur, og eftirfylgjandi var hugagóða staðfestingin, at tað í løtuni tykist ganga framá [...] nevna nakrar av einstaklingunum, sum gjørdu um seg. Serstakliga var tað Elspa Mørkøre, sum tók lut í 16 av kappingunum á stevnuni. Og eisini vann tær 16! Men eisini onnur gjørdust nógv um seg. Pauli Øssurson [...] skulu kapapst við svimjarar úr Hetlandi og Orkney-oyggjunum. Kappingin, sum talan er um, verður hildin í Havn 2. juni, og eru tey 12 føroysku umboðini tá hesi: Hanus Eysturdal HS - Jákup Øssursson Mohr FS
Skálafjørðin leggur fyrst at við posthúsið í Kollafirði, síðan á Oyrabakka, í Skálabotni verður posturin til Skála og Strendur avskipaður, síðan gongur leiðin til posthúsið í Saltangará, Norðragøtu, Fuglafirði [...] verður farið í gongd við at skilja postin beinanvegin,og gera hann kláran til útberingina. Seinnapartin er aftur ein ruta inn á Skálfjørðin. Á hesi rutuni kemur postur úr allari Eysturoynni, Klaksvík og Sundalagnum [...] Á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd í Havn byrjar arbeiððsdagurin klokkan 04.00 um morgunin, og teir fyrstu bilførararnir møta hálvan tíma seinni. Tá posturin er klárur, verða búr við bræv og pakkaposti sett
Klaksvík: Rani Nolsøe er formaður í Leirvíksfjarðarbólkinum. Hann sigur, at fyrsta kravið hjá bólkinum er, at Dúgvan má og skal sigla. ? Bólkurin góðtekur ikki undir nøkrum umstøðum, at tænastustøðið á [...] ikki hall, so tað fer at verða gott at fáa eitt innlit í hesi tøl. Ikki til misbrúk ella nakað, men til ágóðan hjá leiðini, sigur Rani og vísir í hesum sambandi á, at røddir hava verið frammi um, at n [...] á leiðini lækkar, sigur hann. Næsta kravið frá bólkinum er alment innlit í rutuna, og tað hava tey fingið játtan um frá Strandferðsluni. Hetta heldur Rani fer at gera sítt til, at allar søgurnar, sum ganga
Shell Solby A. Eliasen Klaksvík, Sosialurin: - Eg ætli mær á pensjón, sigur Dávur Joensen. - Eg havi arbeitt sjálvstøðugt í tríati ár nú og havi havt Shellstøðina um hendi, síðani 1985. Fyrst ta gomlu [...] halda fram í eitt ár,og tað var ikki ætlanin, sigur Dávur. Hann heldur fram, at nú Shell sjálvir hava keypt, so noyðist hann ikki at siga sáttmálan upp, og harvið sleppur hann undan at halda fram í eitt ár [...] gomlu, sum var har bilverkstaðurin hjá Hans Berg Hammer er nú, í nøkur ár, og so ta nýggju, sum liggur beint omanfyri ferjuleguna. Dávur Joensen sigur, at hann er nøgdur við prísin. - Tað vóru eisini aðrir
kvinnurnar í Føroyum ynskja nakrar broytingar viðvíkjandi familjupolitikkinum, sum verður førdur í dag, so er umráðandi, at tær velja kvinnur inn á ting, sigur Erikka Eltør, valevni Sambandsflokksins í Norðoyggjum [...] umstøðurnar her á landi, greiður Erikka frá. Harafturat heldur hon, at tey eldru í samfelagnum eiga at fáa betri sømdir, enn tey fáa í dag. - Ein aktivur eldrapolitikkur merkir ikki bert at byggja eitt nýtt ellisheim [...] Løgtingsvalið 2002 Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hetta er fyrstu ferð, at 27 ára gamla Erikka Eltør stillar upp til eitt val, men hóast tað hevur hon góðar vónir. - Einaferð skal jú verða fyrstu ferð
Borgarstjórin í Klaksvík segði í Útvarpi Føroya í týsdagin, at kommunan sparir einar 50.000 krónur um dagin, meðan pedagogar ikki eru til arbeiðis. Heðin vil als ikki tosa um at spara pening í hesum førinum [...] eitt slíkt krav kemur, fara vit at taka málið upp politiskt, sigur Heðin Mortensen, ið er formaður í mentamálanevndini, ið hevur barnaansing undir sær. Hann vísir tó á, at foreldur altíð hava goldið, hóast [...] Mortensen. Hann sigur seg tó skilja tey foreldur, ið ikki eru sinnað at gjalda fyri nakað, tey ikki fáa, tí í longdini ber tað als ikki til. Um verkfallið ikki dregur út, verður neyvan gjørt meira við málið, men
til royndina, so samstundis sum litir, uppsetingar og purlur skuldu fáast í rættlag, noyddust genturnar eisini at finna seg í sjónvarpstólinum, sum áhaldandi peikaði móti teimum teir báðar dagarnar, sum [...] ferð vóru Anngerð Hammer úr Hvalba (lærupláss, Hárrøktan í Øravík), Angeli Tindskarð, Tórshavn (hjá Ásu, Tórshavn), Bryngerð Ejdesgaard, Klaksvík (Salong Maria, Argir), Beinta Hansen, Toftir (Salong Katrin [...] ein stórur dagur hjá teimum átta lærlingunum, tá tær týsdagin høvdu verið til seinastu royndir sínar í hárfríðkunaryrkinum. 60 skúlavikur, sum ivaleyst eisini hava verið stuttligar, men sum tíðum hava verið
árini verið einaráðandi í kvinnudeildini, og hesin dysturin vísti greitt, at hjá Fleyr manglar nógv í, at tær aftur kunnu hótta meistaraliðið úr Klaksvík. Móttøkan alt ov vánalig Fyrst í dystinum var einki [...] megnaðu tær tó ikki. Skrædlið kom av álvara í 2. setti. Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og góðar allan dystin, og móttøkan hjá Fleyr var út av lagi vánalig. Í 2. setti fekk Fleyr bara 5 stig, og her skal [...] Fleyr at fáa nakað spæl at ganga, tí eingir bóltar komu fram til hevaran. Hetta var eisini gongdin í 3. setti. Tað gekk heldur betur hjá Fleyr, men ongantíð var nakar sum helst ivi um úrslitið. Mjølnir