8 nýggjar klippigentur

átta hárfríðkunarlærlingar stóðu sveinaroyndina á Tekniska skúla týsdagin

 

klipping


Tað var ein stórur dagur hjá teimum átta lærlingunum, tá tær týsdagin høvdu verið til seinastu royndir sínar í hárfríðkunaryrkinum. 60 skúlavikur, sum ivaleyst eisini hava verið stuttligar, men sum tíðum hava verið strævnar, eru nú at enda komnar, so tað var skilligt, at sjampanjupropparnir fingu frítt at fara, tá boðini komu um, at tær allar høvdu staðið royndina.


Sjónvarpið var við

Hóast ein sveinaroynd í sjálvum sær er nakað serligt, so hevði royndin hjá hesum átta nakað heilt serligt yvir sær. Sjónvarpið hevði nevnliga biðið um loyvi at vera við til royndina, so samstundis sum litir, uppsetingar og purlur skuldu fáast í rættlag, noyddust genturnar eisini at finna seg í sjónvarpstólinum, sum áhaldandi peikaði móti teimum teir báðar dagarnar, sum royndin vardi. Gongst eftir ætlanini, verður talan um eina sending, sum ætlandi verður at síggja eina ferð í heyst.

Tí kendist lættin kanska eisini eyka stórur, tá tað um fimm-tíðina endiliga var greitt, at nú var alt leyst og liðugt. Tó so. Hjá teimum flestu er enn galdandi, at seinasti parturin av lærutíðini skal fáast frá hondini, men ivaleyst mann hesin parturin fella teimum lættari, enn tá tankarnir samstundis sveima um próvtøkur av alskyns slag.

Tær sum stóðu sveinaroyndina hesa ferð vóru Anngerð Hammer úr Hvalba (lærupláss, Hárrøktan í Øravík), Angeli Tindskarð, Tórshavn (hjá Ásu, Tórshavn), Bryngerð Ejdesgaard, Klaksvík (Salong Maria, Argir), Beinta Hansen, Toftir (Salong Katrin, Toftir), Lissi Mouritsen, Tórshavn (Salong Bylgjan, Argir), Marjun Hansen, Skálavík (Sax o?føn, Tórshavn), Paula McGavin, Tórshavn (Kvilt Hárfríðkan, Tórshavn) og Ragnhild Guðjónsson, Tórshavn (Salong Tóta, Tórshavn). Høvuðslærar á skeiðnum vóru Lis Helgadóttir og Sunneva Thorsteinsson.

Týskvøldið var so lítil samkoma uppi á skúlaheiminum, har tær átta fingu handað prógvini fyri skúlaskeiðið og sveinaroyndina, og tá lærutíðin er liðug, fáa tær so endaliga sveinabrævið.