Shell
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
- Eg ætli mær á pensjón, sigur Dávur Joensen.
- Eg havi arbeitt sjálvstøðugt í tríati ár nú og havi havt Shellstøðina um hendi, síðani 1985. Fyrst ta gomlu, sum var har bilverkstaðurin hjá Hans Berg Hammer er nú, í nøkur ár, og so ta nýggju, sum liggur beint omanfyri ferjuleguna.
Dávur Joensen sigur, at hann er nøgdur við prísin.
- Tað vóru eisini aðrir bjóðarar, men sáttmálin, sum eg havi við Føroya Shell sigur, at um eg sigi hann upp, so skal eg halda fram í eitt ár,og tað var ikki ætlanin, sigur Dávur.
Hann heldur fram, at nú Shell sjálvir hava keypt, so noyðist hann ikki at siga sáttmálan upp, og harvið sleppur hann undan at halda fram í eitt ár.
Í viðmerking til at Føroya Shell ikki heldur gjørdi nýggja samstarvsavtalu við ein annan keypara, sigur Dávur, at Shell hevur til eina og hvørja tíð rætt til at nokta einum øðrum søluliði, av einari og hvørjari orsøk. Tað veri seg fíggjarligum orsøkum ella øðrum.
- Tað er sera dýrt at reka eina slíka støð. sigur hann.
Betri møguleikar
- Tað skuldi verið nógv betri møguleikar hjá Shell at farið út at kappast nú, heldur Dávur.
Hann sigur, at nú ráða teir meir.
- Meðan eg framvegis hevði tað, so kundu teir ikki til dømis geva kundum tilboð, tí so talaði Dávur at, tí tað gekk út yvir hansara inntøku í sølubúðini.
- Men tað kunnu teir so nú, staðfestir Dávur Joensen, sum nú gevst.
- Eg gevist við mínum arbeiði nú. Eg havi altíð sagt, at eg skal gevast, áðrenn eg verði seksti. Eg verði 58 næstu ferð eg fylli, so tíðin er komin til tað, sigur Dávur Joensen.