Mjølnir ? Fleyr 3 ? 0 (25-12, 25-5, 25-9)
Flogbóltur
Meistaradeild, kvinnur
Mjølnir og Fleyr eru einastu lið, sum hava vunnið meistaradeildina hjá kvinnum. Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið javnir og spennandi, men tann tíðin er farin. Mjølnir hevur seinastu árini verið einaráðandi í kvinnudeildini, og hesin dysturin vísti greitt, at hjá Fleyr manglar nógv í, at tær aftur kunnu hótta meistaraliðið úr Klaksvík.
Móttøkan alt ov vánalig
Fyrst í dystinum var einki sum bendi á, at munurin skuldi gerast so stórur. Liðini byrjaðu ikki so ógvusliga, og tað tók Mjølni eina løtu rættiliga at koma á lagið. Fyrsta settið var ikki so heilt galið hjá Fleyr, men at hótta Mjølnir megnaðu tær tó ikki. Skrædlið kom av álvara í 2. setti. Servurnar hjá Mjølni vóru harðar og góðar allan dystin, og móttøkan hjá Fleyr var út av lagi vánalig.
Í 2. setti fekk Fleyr bara 5 stig, og her skal enntá nevnast, at Mjølnir hevði tveir servufeilir. Sostatt vann Fleyr bara 3 stig, og tað man vera tað minsta nakað lið hjá Fleyr hevur vunnið ímóti Mjølni. Tað var vónleyst hjá Fleyr at fáa nakað spæl at ganga, tí eingir bóltar komu fram til hevaran. Hetta var eisini gongdin í 3. setti. Tað gekk heldur betur hjá Fleyr, men ongantíð var nakar sum helst ivi um úrslitið.
Mjølnir kann avgera føroyameistaraskapin næsta vikuskifti, tá ið Dráttur kemur at vitja. Bara hesi bæði liðini kunnu vinna gullið, og einki bendir á, at nakað av hinum liðunum megnar at vinna so mikið sum eitt sett ímóti hvørki Drátti ella Mjølni. Dráttur skal vinna, og dysturin fer eisini at geva ábendingar um steypafinaluna, sum er millum júst hesi liðini.