? Enn hevur býráðið einki krav fingið frá nøkrum, sum ikki ætlar sær at gjalda fult ansingargjald. Um eitt slíkt krav kemur, fara vit at taka málið upp politiskt, sigur Heðin Mortensen, ið er formaður í mentamálanevndini, ið hevur barnaansing undir sær. Hann vísir tó á, at foreldur altíð hava goldið, hóast verkfall hevur verið.
Hann heldur ikki, at foreldur fara víðari við málinum, um verkfallið endar brátt, men um tað verður drúgt, so er tað sjálvandi ein spurningur, ið býráðið skal taka sær av. Enn hevur býráðið tó ikki viðgjørt henda spurningin.
Mugu tosa saman
Heðin heldur annars, at tað er burturvið, at partarnir als ikki tosa saman. Tað stendur nógv á arbeiðsmarknaðinum, tí foreldur sleppa ikki til arbeiðis vegna verkfallið. Eitt stendur fast, og tað er, at so leingi partarnir ikki samskifta, verður eingin loysn.
Borgarstjórin í Klaksvík segði í Útvarpi Føroya í týsdagin, at kommunan sparir einar 50.000 krónur um dagin, meðan pedagogar ikki eru til arbeiðis. Heðin vil als ikki tosa um at spara pening í hesum førinum.
? Vit spara einki. Vit hava fleiri ónøgdar borgarar, ið ikki fáa børnini ansaði og sleppa tí ikki til arbeiðis. Eisini hava vit eitt vinnulív, ið ikki fær virka til fulnar, so har er eingin sparing, tí eingin fyrimunur er við verkfallinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur seg tó skilja tey foreldur, ið ikki eru sinnað at gjalda fyri nakað, tey ikki fáa, tí í longdini ber tað als ikki til. Um verkfallið ikki dregur út, verður neyvan gjørt meira við málið, men um tað hinvegin verður drúgt, má okkurt gerast hesum viðvíkjandi, og tað verður tikið upp politiskt.
Hann tekur undir við, at foreldur hava rætt at spyrja, hvat hendir, tá tú rindar fyri nakað, tú ikki fært.