Leggja dent á tey bleytu virðini

- Sum kvinna havi eg møguleika fyri at leggja dent á tey bleytu virðini, sigur Erikka Eltør, sum er eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum.

Løgtingsvalið 2002
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Hetta er fyrstu ferð, at 27 ára gamla Erikka Eltør stillar upp til eitt val, men hóast tað hevur hon góðar vónir.
- Einaferð skal jú verða fyrstu ferð, sum hon sigur.
- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki, og havi verið við í hvørjum kjaki heima við hús, sigur Erikka, sum eisini altíð hevur havt sínar egnu meiningar viðvíkjandi politisku støðuni her á landi.

Kvinnur skyldu at stilla upp
Erikka sigur, at sum kvinna er tað hennara skylda at stilla upp.
- Tað verður so nógv tosað um, at ov fáar kvinnur eru inni á tingið, men hóast tað stillar eingin upp. Tí kenni eg tað sum mína skyldu at verða við hesu ferð, sigur Erikka Eltør.
- Sum kvinna er tað tær ótilvitað álagt at tosa um tey bleytu virðini, og tað bilar heldur einki. Mennirnir gera tað jú ikki, so tí mugu vit kvinnur taka um tann leysa endan, sigur Erikka.
- Undanfarna samgongan hevur ikki fingist nógv við nakran familjupolitikk, so tað er eitt av málunum, sum eg ætli mær at arbeiða við. Her hugsi eg um ein aktivan barna-, ungdóms- og familjupolitikk, sum kann verða við til at betra um umstøðurnar her á landi, greiður Erikka frá. Harafturat heldur hon, at tey eldru í samfelagnum eiga at fáa betri sømdir, enn tey fáa í dag.
- Ein aktivur eldrapolitikkur merkir ikki bert at byggja eitt nýtt ellisheim. Har eru so nógv onnur ting, sum ein kundi arbeitt við viðvíkjandi teim eldru, sigur hon.
- Um kvinnurnar í Føroyum ynskja nakrar broytingar viðvíkjandi familjupolitikkinum, sum verður førdur í dag, so er umráðandi, at tær velja kvinnur inn á ting, sigur Erikka Eltør, valevni Sambandsflokksins í Norðoyggjum.