hjá KÍ, aftaná 3-2 heimasigurin hjá KÍ yvir Víkingi í dag. Henry setti sjálvur tað ógvuliga avgerandi brotssparkið í netið til 3-1, tá 83 minuttir vóru farnir. Hann fegnast um, at tað eydnaðist KÍ at halda
Aftaná 2-1 sigurin hjá B36 ímóti KÍ fekk Tróndur Arge orðið á liðskiparan hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, sum var millumnøgdur við avrikið. Hjalgrím Elttør helt, at leikliga legði KÍ ein góðan innsats fyri dagin
Bárður Johnsson Heinesen skiftir frá KÍ til HB. Tað staðfestur heimasíðan hjá HB í dag. Bárður Johnsson Heinesen er framherji og spældi fleiri dystir fyri besta liðið hjá KÍ farna kappingarár. Framherjin er [...] er 22 ára gamal og hevur bara umboðað KÍ higartil. Sáttmálin er galdandi fyri tvey ár. Myd: (www.hb.fo) Finnbogi Arge, formaður í HB, og Bárður Johnsson Heinesen
Kvinnufótbóltur: Í vánaligum líkindum endaði toppdysturin á Argjum, har KÍ vitjaði, 1-1. Líkindini vóru ikki góð, tá ið AB og KÍ tíðliga seinnapartin spældu toppuppgerð í kvinnudeildini. 1. hálvleikur [...] endaði málleysur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði Sofía Purkhús KÍ á odda, og tað var innskifta Lisa í Liða, sum javnaði til 1-1 eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og fram.
Seinnu árini hevur KÍ fingið íblástur frá útlendskum venjaranum, sum standa fyri venjingunum á fótbóltsskúlanum, sum felagið skipar fyri. Og í ár er einki undantak. Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Jesus Gutierrez [...] ari á skúlanum í ár. Hann er ungdómsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid. Fótbóltsskúlin hjá KÍ verður í døgunum 12. og 13. august.
Klokkan 16 í dag tekur KÍ ímóti NSÍ. Talan er samstundis um seinasta heimadystin hjá KÍ í ár, og tað ætlar fjepparafelagið - Bláa bylgjan - at gera nógv burturúr. Umframt at stuðla liðnum undir dystinum [...] dystinum, veðrur eisini skipað fyri hugnaløtu í Café KÍ eftir dystin. Og her ætlar fjepparafelagið at heiðra spælara, sum hevur tænt felagnum serliga væl, verður sagt.
bóltin í netið. Harvið gjørdist støðan 2-1 til KÍ í dystinum móti B71, har KÍ hevur gjørt øll trý málini. 2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið í dystinum. KÍ - B71: 1-0: Heðin á Lakjuni 1-1: Sjálvmál, Kristoffur
Erland B. Danielsen skal næsta kappingarár spæla fyri KÍ. Tað skrivar fjepparasíðan hjá KÍ. Erland B. Danielsen er U19 landsliðsspælari, og hann varð fleiri ferðir í farna kappingarári millum teir bestu [...] Erland sær nýggjar avbjóðingar, eftir at Skála flutti niður í 1. deild, og hann hevur gjørt avtalu við KÍ um næsta kappingarár.
Kaj Ennigarð hevur fingið góða byrjan í KÍ. Hóast hann er verjuspælari, hevur hann longu gjørt um seg sum málskjútti. Leygardagin spældi KÍ ímóti B71, og Kaj Ennigarð skoraði einasta málið dystinum eftir [...] fyrrverandi GÍ-liðfelaganum Gunnari Nielsen í málið. Hetta var annað málið í tveimum dystum hjá Kaj fyri KÍ.
landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen heiðraður av KÍ og Norðlýsinum. Í sambandi við fyrilestur hjá Jákupi, var ein mynd avdúkað, sum skal hanga á Café KÍ. Teksturin til myndina er “fyri málmansavrik, sum [...] sum eingin annar føroyingur hevur megnað”. Áður hevur KÍ eisini heiðrað Toda Jónsson á líknandi hátt. Teir báðir klaksvíkingarnir hava vunnið danska meistaraheitið í fótbólti fyri ávíkavist Herfølge og FCK