Undan kappingarbyrjan vórðu NSÍ og KÍ roknað at vera millum upplagdu FM favorittarnar. Stigatalvan sigur, at KÍ er næstfremst – trý stig aftanfyri HB – og at NSÍ er á fimta plássi – seks stig frá toppliðnum HB.
Felags fyri KÍ og NSÍ, sum vunnu steypafinaluna í ávikavíst 2016 og 2017, er, at tey longu í fyrsta umfari vórðu varpað úr steypakappingini ímóti liðum, sum tað tá varð roknað við, at teir bláu og gulu vóru favorittar ímóti. KÍ tapti ímóti Suðringum, og NSÍ tapti ímóti AB.
Sunnudagin tapti KÍ á heimavølli ímóti Víkingi, og NSÍ tapti á heimavølli ímóti B36.
Felags fyri liðini er eisini, at leikligu avrikini hava ikki verið sannførandi. Heldur enn hugflogsríks spæl fram eftir vøllinum hevur loysnin í flestu førum verið at serva úr verju og fram til teir fremstu.
Í øðrum umfari vann KÍ 1-0 við Løkin. Tá varð hildið, at leikliga avrikið hjá klaksvíkingum var á einari leið, og at leikliga avrikið hjá NSÍ ikki var, sum NSÍ spælið annars plagdi at vera.
Seinnapartin hittast særdu liðini á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík.
Jóannes Bjartalíð vara einasti málskjúttin við Løkin. Tað er ivasamt, um hann verður førur at spæla ídag. Hann hevur alla vikuna vant fyri seg sjálvan.
Kristian Joensen verður í KÍ málinum ímóti NSÍ, sum er barndómsfelagið hjá honum. Meinhardt P. Joensen noyddist av vøllinum við heilaskjálvta síðsta sunnudag, og hann er ikki tøkur ídag.
Óli Eyðsteinsson Poulsen var ikki á KÍ liðnum í fyrstu deild ígjár. Tað ber ivaleyst boð um, at hann verður ætlaður at eiga pláss millum teir fyrstu ellivu ídag. Hann var á beinkinum alla tíðina ímóti Víkingi.
Hjá NSÍ hevur liðformaðurin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, brotið armin. Tískil verður hann ikki við ídag. Tað verður vongverjin Bárður J. Hansen heldur ikki. Hann hevur verið við í øllum dystunum higartil á tamb. Nú er hann skaðadarvaður.
Um Bárður J. Hansen ikki verður førur fyri at spæla, er tað sannlíkt, at Pætur Hentze verður vongverji.
Magnus Olsen var ikki á listanum í fyrstu deild ígjár. Tað bendir á, at hann er ætlaður at eiga leiklut á besta liðnum ídag,