Tað gekk soleiðis, sum støðutalvan legði upp til, at tað skuldi gera, tá ið seytjanda umfar í kvinnukappingini í fótbólti var sunnudagin.
Tey trý ovastu vunnu samantalt 15-2 ímóti trimum teimum niðastu. Harvið er støðan í FM kappingini tann sama, sum hon var undan hesum umfarinum. EBS/Skála er fremst, og KÍ og HB royna at renna aftaná.
EBS/Skála vann 5-1 í Fuglafirði ímóti ÍF/Víkingi. Tað vóru fimm ymiskir málskjúttar fyri FM favorittarnar.
Eftir fyrra hálvleik var 1-1 á Svangaskarði, har KÍ var gestur hjá B68, sum í eitt korter var frammanfyri 1-0. KÍ legði seg framum beinanvegin eftir steðgin og vann 4-1. Hjá KÍ vóru fýra ymiskir málskjúttar.
HB vann grannauppgerðina ímóti B36 6-0. Heidi Sevdal og Milja R. Simonsen skoraðu tvey mál í part.
Átjanda og triði síðsta umfar verður mikukvøldið. Tá hittast HB og EBS/Skála í Gundadali. Talan verður um lyklauppgerð í kappingini um at vinna FM. Hinir dystirnir mikukvøldið eru KÍ – B36 og B68 – ÍF/Víkingur.
B68 – KÍ 1-4 (1-1)
1-0: Laila Pætursdóttir 28.
1-1: Tóra Mohr 43.
1-2: Evy á Lakjuni 49.
1-3: Tórunn H. Joensen 79.
1-4: Maria Klakstein Thomsen 93.
ÍF/Víkingur – EBS/Skála 1-5 (0-3)
0-1: Birna Mikkelsen 7.
0-2: Rakul Magnussen 20.
0-3: Margunn Lindholm 44.
0-4: Durita Hummeland 62.
0-5: Ansy Sevdal Jacobsen 65.
1-5: Karin Gøthe Áslakksdóttir 90.
B36 – HB 0-6 (0-4)
0-1: Milja R. Simonsen 17.
0-2: Heidi Sevdal 21.
0-3: Heidi Sevdal 23.
0-4: Sara Samson Lamhauge 31.
0-5: Milja R. Simonsen 57.
0-6: Julia Naomi Mortensen 67.
EBS/Skála | 17 | 14 | 1 | 2 | 71 | 13 | 43 |
KÍ | 17 | 13 | 2 | 2 | 52 | 16 | 41 |
HB | 17 | 13 | 1 | 3 | 69 | 16 | 40 |
ÍF/Víkingur | 17 | 6 | 0 | 11 | 25 | 49 | 18 |
B36 | 17 | 1 | 2 | 14 | 10 | 68 | 5 |
B68 | 17 | 0 | 2 | 15 | 13 | 78 | 2 |
Átjanda umfar
Mikudagin 26. september
KÍ – B36
B68 – ÍF/Víkingur
HB – EBS/Skála