Klaksvíkingar tykjast ikki ætla sær at verja seg til stig á Skála. Fyrstu løtuna hevur KÍ verið ágangandi, og nú er KÍ komið á odda.
Málið skoraðu teir í 14. minutti eftir horna úr høgru og tvørturum. Símun Joensen stakk seg fram og stýrdi bóltin í málið, so KÍ nú er á odda 1-0 á Skála.










