Víkingur hevur í kvøld við 4-2 sigri ímóti KÍ á norðoyastevnu styrkt um sína støðu í stríðnum um bronsuplássið, og KÍ er fyri triðju ferð á rað farið av vøllinum uttan at hava vunnið stig.
Serliga í 1. hálvleiki, sum Víkingur vann 2-0, var munurin stórur á liðunum. Meðan klaksvíkingar høvdu sera ilt við at spæla seg til málmøguleikar, so kendist tað vera vandamikið hvørja ferð víkingarnir bjóðaðu av.
Víkingur legði bragdliga fyri, og Finnur Justinussen var í hopla. Hann setti beinanvegin hol á, og fram ímóti steðginum økti hann um leiðsluna.
Í 2. hálvleiki tók tað langa tíð, áðrenn heimaliðið fekk fatur á spælinum. Páll A. Klettskarð minkaði um munin eftir fríspark, men Heðin Hansen økti beinanvegin um munin aftur, tá ið hann av brotsteigarmarkinum og eftir fríspæling frá Finni Justinussen setti bóltin í málið.
Tað var eisini eftir fríspark, at Ndende snittaði bóltin í málið, so støðan var 3-2 til Víking. So spenti KÍ álopsbogan, men tað var Víkingur, sum skoraði. Súni Olsen misnýtti brotsspark, og seinni økti hann til 4-2 við skoti úr 23 metrum.
Víkingur hevur nú 16 stig, og KÍ hevur 13 stig.
LIÐUGT
2-4
4 minuttir eru lagdir aftrat
90) 2-4
Philip Djordjevic er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Magnus Jarnskor hjá Víkingi.
85) 2-4: Súni Olsen
So man tað ver greitt, hvør fer at vinna stigini á norðoyastevnu. Eftir útfrá sending hevur Súni Olsen eitt sindur úr vinstru og úr 20 metrum sett bóltin í málið.
Ísak Simonsen hevur avloyst Álvur F. Christiansen hjá KÍ.
Súni Olsen sær gult eftir fríspark ímóti Heðini Klakstein.
80) 2-3
Síðstu løtuna eru klaksvíkingar undirmannaðir. Hjalgrím Elttør varð sektaður við gulum korti eftir fríspark ímóti Atla Gregersen. Hann hevði frammanundan eina ferð sæð gult.
75) 2-3
Klaksvíkingar hava hug at leggja trýst á, og samanspælið riggar betri á síðsta triðinginum nú, enn tað hevur gjørt. Víkingarnir lúra eftir konta.
Víkingur skiftir út. Hanus Jacobsen er farin av vøllinum.
70) 2-3
Klaksvíkingar eru vandamiklir í deyðbóltsstøðum. Eftir fríspark úr høgru og út frá royndi Ndende seg við heilfluktara úr 25 metrum. Víkingar bjargaðu á strikuni!
Heðin Klakstein er komin á vøllin í staðin fyri Rodrigo.
65) 2-3
Súni Olsen hevur misnýtt brotsspark. Meinhardt Joensen bjargaði við fótinum!
Ransin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Atli Danielsen tók beinið undan Finni Justinussen.
61) 2-3
Tað er stórur spenningur. KÍ hevur hug at spenna álopsbogan, og harvið eru spentar støður í báðum endum!
56) 2-3: Ndende 55.
So hevur KÍ aftur minkað um munin, og aftur var tað eftir fríspark. Hjalgrím Elttør legði innfyri úr vinstru, og Ndende var hægstur, tá ið hann við høvdinum snittaði bóltin í málið.
54) 1-3: Heðin Hansen 52.
So hevur Víkingur aftur økt um leiðsluna. Tað sá einfalt út, tá ið Finnur Justinussen av baklinjuni sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann legði flatt út frá til Heðin Hansen, sum av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru við innaru síðu setti bóltin upp í handara nettakið.
50) 1-2: Páll A. Klettskarð 48.
Eftir frísparksinnlegg úr høgru hevur Páll A. Klettskarð, sum er liðformaður, minkað um munin fyri KÍ, so støðan nú er 1-2. Heimaáskoðararnir kvaklast við!
46) 0-2
Eingin útskifting í hálvleikinum. Atli Danielsen er fluttur aftur í miðverjuna, og Ndende er nú á miðvøllinum hjá KÍ.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-2
Tað er einki at siga til 2-0 Víkinga leiðsluna. Gestirnir hava verið skilabetri og grammari. KÍ hevur staðið seg illa í nærdystunum, verjuspælið hevur verið haltandi, og í álopinum hevur verið lítil stiril og broddur.
40) 0-2
Hjalgrím Elttør hevur havt fyrstu royndina, men stútarin fór omanfyri tvørtræið.
Víkingur er framvegis greitt omaná. Tað kennist vera vandamikið hvørja ferð víkingarnir fara framum miðstrikuna. Verjuspælið hjá KÍ er lítið sannførandi.
Atli Danielsen hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Súna Olsen.
35) 0-2: Finnur Justinussen 32.
Eftir fríspark úr vinstru og fleiri ferðir aftur og fram í brotsteiginum var KÍ málverjin óheppin. Finnur Justinussen var fyrstur á returinum, og so er 2-0.
Víkingur er greitt omaná. KÍ hevur havt eitt horna, men einki skot á mál.
30) 0-1
Víkingur hevur verið risa tætt við. Stórt mistak í uppspælinum bar við sær, at Álvur F. Christiansen búkti neyðbremsuna ímóti Philip Djordjevic.
Tað luktaði av reyðum, men Ransin vísti gula kortið. Frísparkið hjá Súna fór dygst omanfyri málið.
25)0-1
Tað gongur javnt á. Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar. Tættast við hevur Víkingur verið.
10) 0-1: Finnur Justinussen 4.
Víkingur legði sera bragdliga fyri. Í fyrsta álopi blokeraði KÍ til horna, og í næsta álopi var Finnur Justinussen leysur eitt sindur í vinstru, tá ið hann setti bóltin í málið.
KÍ hevur fótað sær betri og havt okkurt horna, síðani Víkingur skoraði.
Vit hava havt tekniskar trupulleikar, men nú er í lagi.
KÍ-Víkingur kl. 19.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Ndende Adama Guéye, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Ivan Joensen – Álvur F. Christiansen, Hjalgrím Elttør, Rodrigo – Páll A. Klettskarð
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen – Heðin Hansen, Hallur Hansson, Philip Djordjevic – Finnur Justinussen