Drama og eitt stig í part

Lars Múller hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og harvið er ein av hendingarríkastu og mest undirhaldandi fótbóltsdystunum í ár liðugur. Álopini skolaðu úr øðrum enda og í hin, men hóast tað vóru nógvir risastórir málmøguleikar, so var úrslitið 1-1.

 

KÍ var leikliga omaná í 1. hálvleiki, og klaksvíkingar spældu seg til nógvar upplagdar møguleikar. Tað eydnaðist ikki at skora. Fyrst og fremst var tað orsaka av, at nýggi EB/Streyma málverjin, Hans Jørgensen, var ein sannur brandur millum stólparnar.

 

Og so var tað, at EB/Streymur stutt undan steðginum minti á, at liðið hevur framúr kvalitetir í álopspartinum. Hans Pauli Samuelsen sendi úr 23 metrum beinleiðis fríspark í málið, og fyrstu løtuna eftir steðgin var EB/Streymur omaná.

 

So løgdu klaksvíkingar uppaftur størri trýst á. Tað bar møguleikar við sær í báðum endum. Levi Hanssen og Niels Pauli Danielsen høvdu risa møguleikar at økja um leiðsluna, og KÍ var í nógvum góðum støðum í málteiginum frammanfyri óføra Hans Jørgensen. Men tað var ikki fyrrenn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist heimaliðnum at javna. Málskjútti var Páll A. Klettskarð, sum eftir skotroynd frá miðverjanum Oddmar Marsten og blokering í EB/Streyma verjuni setti bóltin í málið. Hóast klaksvíkingar ikki vunnu sigurin, sum teir høvdu vónað, so var fagnaðurin stórur millum mongu KÍ viðhaldsfólkini, og allir venjararnir og viðhaldsfólk hjá øðrum feløgum, sum vóru í Klaksvik í góðveðrinum, mundu kenna seg sum meiri enn hálvar vinnarar, nú tað endaði við javnleiki!

 

-Tað er altíð keðiligt at missa sigurin í síðstu løtu, men tá ið vit taka saman um, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir, tí teir høvdu eina rúgvu av møguleikum, segði EB/Streyma liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen í samrøðu við Rás2 og legði aftrat, at hetta var ein framúr dystur at vera við til.

 

KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør segði seg standa við blandaðum kenslum:

-Vit høvdu vónað at vinna trý stig í dag, men nú tá ið tað er liðugt, og vit javnaðu í síðstu løtu, so kenni eg tað soleiðis, at tað eru teir, sum hava mist tvey stig, segði KÍ liðformaðurin, sum helt, at hetta var ein av mest undirhaldandi uppgerðunum í ár.

 

Símun Joensen, vongverjin hjá B36, var viðmerkjari á Rás2, og hann helt, at talan hevði verið um framúr undirhald:

-Liðini fóru mest sum í tvíningar. Harvið var talan um nógvar yvirtalsstøður og tískil spenning og upplagdar málmøguleikar. Ikki frítt fyri indianarafótbólt, sum man plagar at siga. Eg má rósa EB/Streymi, sum hóast ikki góðar fyritreytir megnaði javnleik í Klaksvík. Hóast liðið er undir strikuni, so vísti avrikið í dag, at tað býr meiri í liðnum enn so, og at tað bara er ein spurningur um tíð, áðrenn liðið fer at lyfta seg.

Símun Joensen metti Hans Jørgensen vera dagsins mann hjá EB/Streymi og unga miðverjan Oddmar Marsten at vera dagsins mann hjá KÍ.

 

KÍ-EB/Streymur 1-1 (0-1)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 39.

1-1: Páll A. Klettskarð 90+1.

Dómari: Lars Múller

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen (Helgi Samson, 77.), Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Álvur F. Christiansen, Atli Danielsen, Ivan Joensen (Henry Heinesen, 77.), Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen (Kristoffur Jakobsen, 57.)

Gult kort: Henry Heinesen

EB/Streymur: Hans Jørgensen – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Brian Olsen (Arnar Dam, 26.), Niels Pauli Danielsen – Levi Hanssen (Hanus Olsen, 83.), Arnbjørn Hansen (Jens M. Jensen, 90.), Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Arnbjørn Hansen, Gert Hansen

 

Støðan eftir fimm umfør

Víkingur 12

KÍ 11

HB 11

ÍF 9

B36 6

NSÍ 5

07 Vestur 5

TB 5

EB/Streymur 4

AB 0

 

6. umfar

19. apríl

AB-NSÍ

21. apríl

ÍF-KÍ

07 Vestur-B36

EB/Streymur-TB

HB-Víkingur

 

------------

LIÐUGT

1-1

 

92) 1-1: Páll A. Klettskarð 92.

So eydnaðist tað klaksvíkingum at javna. Miðverjin Oddmar Marsten royndi seg við skoti, sum varð blokerað, returbólturin stakk til Páll A. Klettskarð, sum beindi bóltin í málið.

 

4 minuttir lagdir aftrat.

 

90) 0-1

Arnbjørn Hansen er farin skaddur av vøllinum, og Jens M. Jensen er komin inn á EB/Streyma liðið.

 

 

85) 0-1

Spælararnir eru farnir at møðast, og bæði Levi Hanssen hjá EB/Streymi og Atli Danielsen hjá KÍ hava sitið skaddir á vøllinum.

Levi Hanssen er farin út, og Hanus Olsen er komin inn á EB/Streyma liðið.

Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið.

KÍ liðið er ikki so hugflogsríkt nú, sum tað var. Klaksvíkingar spæla ikki so nógv ígjøgnum í síðunum, sum teir gjørdu fyrsta stóra partin av tíðini.

 

80) 0-1

Gunnar Christiansen og Ivan Joensen eru farnir av vøllinum, og Henry Heinesen og Helgi Samson eru komnir inn á KÍ liðið, sum harvið er uppaftur meiri álopssinnað.

Páll A. Klettskarð er farin út í høgru, og Helgi Samson er miðframherji hjá heimaliðnum.

EB/Streymur megnar at spæla rutinerað, hóast sundalagsmenn eru undir stórum trýsti.

Levi Hanssen hevur av brotsteigarblettinum misbrúkt risa møguleika!

 

75) 0-1

Arnbjørn Hansen hevur sæð gult fyri at pjaka sær.

Kristoffur Jakobsen, sum fyri løtu síðani varð skiftur inn, er væl upplagdur, og hann og Hjalgrím Elttør hava havt stóran møguleika, men EB/Streyma verjan megnaði at beina bóltin út til horna.

KÍ trýstir, og klaksvíkingar megna ferð eftir ferð at sneiða seg leysar inni á baklinjuni.

 

70) 0-1

Undirhaldið er fantastiskt, málmøguleikarnir eru nógvir, og spælararnir ofra seg fullkomuliga í nærdystunum. Hans Jørgensen hevur havt trífalda bjarging, og í næstu atløgu var um reppið, at Levi Hanssen økti um leiðsluna, men Jógvan Isaksen blokeraði bóltin út til horna.

 

65) 0-1

Tað er ein øgilig ferð í Klaksvík, og málmøguleikarnir tróta ikki. Hans Pauli Samuelsen hevur sent bóltin í tvørtræið aftanfyri Meinhard Joensen, og lítla løtu seinni var um reppið, at KÍ javnaði.

Hjá KÍ er Kristoffur Jakobsen komin inn í staðin fyri Johan Jacobsen.

KÍ hevur nógv fólk frammarlaga á vøllinum, meðan bara Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi er frammarlaga.

 

55) 0-1

EB/Streymur hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna. KÍ miðverjin Oddmar Marsten bjargaði á strikuni eftir skotroynd frá Pæturi Dam Jacobsen, sum var púra leysur, og Niels Pauli Danielsen setti úr góðari støðu returbóltin við síðuna av málinum. EB/Streymur hevur hesa fyrstu løtuna eftir steðgin verið betri við, enn gestirnir vóru í 1. hálvleiki.

 

50) 0-1

Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið friðarlig. KÍ hevur havt eitt hornaspark, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar, og EB/Streymur hevur verið vandamikið eftir KÍ bóltmiss. Tað endaði við horna, og Pætur Dam Jacobsen sendi eftir innleggið bóltin upp um málið.

 

46) 0-1

2. hálvleikur er byrjaður. Nú spælir KÍ ímóti málinum undir ítróttarhøllini. Ongar útskiftingar eru gjørdar í steðginum.

 

Hálvleikur 0-1

Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum í Klaksvík, har tað hevur verið sera hendingarríkt og undirhaldandi. EB/Streymur er á odda við málinum, sum Hans Pauli Samuelsen við beinleiðis frísparki skoraði úr 23 metrum.

Klaksvíkingar hava verið leikliga omaná, og teir hava havt fleiri málmøgleikar. Hans Jørgensen, sum EB/Streymur hevur leigað úr HB til henda dystin, hevur verið sannur brandur millum stólparnar hjá EB/Streymi. Og fremri á vøllinum hava Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen víst, at tað skal so lítið til, áðrenn tað verður vandamikið.

Hjá KÍ hevur vongspælið hepnast væl, og Páll A. Klettskarð hevur verið nær við eftir fleiri innlegg, men EB/Streymur plagar at vinna í Klaksvík, og EB/Streymur er omaná 1-0, nú liðini rinda møðina og leggja ætlanir fyri, hvussu farast skal fram í 2. hálvleiki.

 

40) 0-1: Hans Pauli Samuelsen 39.

Tað kom sum køld pøs av vatni í andlitið á klaksvíkingum, tá ið Hans Pauli Samuelsen við frísparki úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Lítlu løtuna frammanundan hevði KÍ havt dupultan møguleika, men Hans Jørgensen, sum higartil er dagsins maður hjá EB/Streymi, bjargaði meistarliga.

EB/Streymur hevur fingið sinniliga uppmuntring, og KÍ skal reisa seg aftur!

 

 

35) 0-0

KÍ er tilvitað um at seta mótstøðumenninar undir trýst frammarlaga á vøllinum, og í flestu førum verður álopsspælið hjá KÍ skipað í høgru, har ungi vongverjin Gunnar Christiansen fleiri ferðir hevur lagt innfyri, og Páll A. Klettskarð hevur verið um reppið at fáa mál. Men Hans Jørgensen er væl upplagdur, og EB/Streymur heldur tørn.

Eftir KÍ fríspark og innlegg frá Hjalgrími Elttør var um reppið, at Arnbjørn Hansen í hinum endanum varð leysur. Hjalgrím Elttør megnaði at renna hann upp og fyribyrgja royndini ímóti málinum.

 

 

30) 0-0

Síðstu løtuna hevur tað verið eitt sindur av tómgongd. Bestu royndina hevur EB/Streymur havt, men Meinhard Joensen bjargaði frísparkinum úr 20 metrum frá Niels Paula Danielsen.

 

25) 0-0

EB/Streyma menninir eru sperdir, men higartil hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at vinna úrtøku burturúr yvirvágini. Hans Pauli Samuelsen kennist einsamallur í at mynda EB/Streyma uppspælið. Men Arnbjørn Hansen er altíð vandamikil, og tað kann altíð bera vanda við sær.

Brian Olsen hjá EB/Streymi fer knæskaddur av vøllinum, og í hansara stað verður Arnar Dam settur inn.

 

20) 0-0

Tað er framvegis málleyst, men tað kennist sum um, at heimaliðið hevur leikliga yvirvág. Besta møguleikan higartil hevði Páll A. Klettskarð, tá ið hann við nærra stólpan var um reppið at stýra innleggi úr høgru frá Álvi F. Christiansen í málið.

KÍ hevur betri tak á sentrala miðvøllinum, har Atli Danielsen og Ivan Joensen skipa fyri.

 

15) 0-0

Klaksvíkingar hava verið nærri við mótstøðumenninir. Eftir fína innum sending varð Hjalgím Elttør spældur leysur í vinstru, men Hans Jørgensen, sum verjir EB/Streyma málið við stórum sjálvsáliti, var fyrstur á. KÍ hevur havt fyrsta hornasparkið, og tá bjargaði Hans Jørgensen skotinum frá Ivani Joensen.

 

10) 0-0

Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og yvir í hin. Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi hevur víst tenn, og KÍ miðvallarin Ivan Joensen hevur havt góða skotroynd. Sera undirhaldandi og liðini leggja seg eftir at samanspæla.

 

5) 0-0

Fyrsta lítlan løtan hevur verið lívlig, og báðir partar hava havt møguleikar. Hjá KÍ var Álvur F. Christiansen um reppið at stýra bóltin í málið eftir innlegg, og Páll A. Klettskarði hevur havt góða skotroynd, og hjá EB/Streymi hevur Niels Pauli Danielsen í tveimum førum havt góða skotroynd.

 

KÍ-EB/Streymur kl. 17.30

Dómari: Lars Múller

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Álvur F. Christiansen, Atli Danielsen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen

EB/Streymur: Hans Jørgensen – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen – Levi Hanssen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

 

Undan dystinum

Klokkan 17.30 fer bólturin á rull í Klaksvík, har Lars Múller er dómari í útsetta dystinum millum KÍ og EB/Streym. Líkindini eru góð í Klaksvík. Sólin skínur og tað er turt. Hóast lotið er er kalt, so bilar tað ikki.

Allir teir hjá heimaliðnum, sum vóru við seinast, tøkir. Teir fyrstu ellivu eru teir somu, sum spældu seinna hálvleik í 3-1 sigrinum á Argjum. Hjá EB/Streymi er Hans Jørgensen nýggjur málverji. Leif Niclasen er fluttur úr álopinum og aftur á vinstra vongverja, har Árni G. Olsen ofta hevur spælt fyrr í ár. Levi Hanssen er frammi í høgra borði, og Brian Olsen er á miðvøllinum. Gunnar Zachariasen er framvegis leikbannaður.

Hesi bæði liðini hava eina ferð fyrr í ár spælt ímóti hvørjum øðrum. Tað var í Klaksvíkskappingini, sum var tvær vikur undan kappingarbyrjan. Tá vann EB/Streymur 4-1.