VB misti á stokkinum

Lítið sannførandi verjuparturin hjá klaksvíkingum var um reppið at kosta øll stigini, men teir bjargaðu sær við brossparki í evstu løtu

KÍ?VB

Ivaleyst høvdu vágbingar frammanundan viljað selt uppgerðina í Klaksvík fyri eitt stig. Men nú kendu teir seg snýttar fyri sigurin, og tað lótu teir ganga út yvir seg sjálvar og triðja umfarið.
Tá ið tað restaðu fimm minuttir, vóru vágbingar framvegis ellivu á vøllinum, og teir komu framum 2?1. Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru bara níggju VB spælarar á vøllinum. Dómarin hevði lagt fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini. Í eykatíðini javnaði KÍ til 2?2, og dómarin sendi tveir á gestandi liðnum undir brúsu.
Spælandi venjarin, Predrag Zivkovic, og Slobodan Madzar fingu báðir í yvirtíðini gula kortið tvær ferðir stungið í næsarnar. Í báðum førunum var tað fyrst fyri at mótmæla, at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki til KÍ. Eftir at KÍ liðformaðurin, Allan Joensen, úr ellivu metrum hevði skorað (tað var um reppið, at Bjarni Johansen bjargaði) fekk spælandi venjarin eitt gult kort afturat fyri at sparka bóltin burtur, og í næstsíðsta minuttinum fekk Slobodan Madzar gult fyri vandamikið spæl.
Vágbingar kendu seg burturdømdar. Teir vildu ikki hoyra talan um, at KÍ átti brotsspark, tá ið Símun Joensen var farin um koll í brotsteiginum. Teir vildu vera við, at KÍ spælarin hevði rent seg inn í mótstøðumann og so var dottin. Men dómarin hevði aðra útlegging. Sambært honum skuldi klaksvíkingurin vera rendur um koll og hildin niðri. Tí hevði hann dømt gilta møguleikan til heimaliðið.

Taptu og vunnu
Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kendist tað, sum um vágbingar høvdu tapt tvey stig, og at KÍ hevði vunnið eitt. Og tað var einki at siga til, at vágbingar iðraðu seg um, at teir ikki høvdu øll stigini suður aftur við. Fram ímóti dystarenda skoraðu teir til 2?1, tá ið rangstøðufellan hjá KÍ kiksaði í høgra verjuborði, og Birgir Jørgensen, sum var púra leysur, kundi seta innaru síðuna á flata innleggið.
Gestirnir høvdu frammanundan 2?1 málinum havt stórar møguleikar at skora mál, og ein av hesum møguleikunum var risastórur. Heimaliðið royndi ofta ? fyri tað mesta var tað strongt og verri enn so altíð skilagott ? at seta rangstøðufelluna. Mortan úr Hørg lyfti bóltin framum KÍ verjuna í høgra borði hjá VB, hann setti sjálvur ferð á, og meðan hann hevði kós ímóti baklinjuni og fimm metrar úr málinum, vóru tríggir! liðfelagar hjá honum púra leysir undir málinum. Men avleveringin úr høgru fall so mikið seint, at Harley Bertholdsen megnaði at renna upp á tvørs og beina innlegginum út til horna.
At KÍ so ofta og alt annað enn sannførandi royndi at seta rangstøðufelluna langt frammi á vøllinum, setti stór krøv til linjuverjarnar. Teir skuldu taka støðu til, hvør spælarin hevði beinleiðis ávirkan á spælið og ikki. Í 1. hálvleiki tóktust vágbingar onkra ferðina at vera burturdømdir, tá ið álopsspælarin vendi sær frá bóltinum, meðan aftari maðurin elti bóltin. KÍ slapp við skrekkinum, men tað var alt annað enn sannførandi verjuspæl, sum heimaliðið vísti.

Á lítlum øki
At KÍ so ofta hevði verjuspælararnar so frammarlaga, hevði við sær, at spælið ikki so sjáldan gekk fyri seg á lutfalsliga lítlum øki. Tað hevði aftur við sær, at tað vóru nógvir nærdystir, og at tað var torført at temja og finna leysar viðspælarar. Tað var torført hjá dómaranum, men hann kom væl frá uppgávuni.
Talan var ongantíð um vakurt og hugflogsríkt fótbóltsspæl. Skeivu sendingarnar og høgu og longu sendingarnar vóru ov nógvar. Men tað var støðugt tætt, intensivt og harvið spennandi.
Birgir Jørgensen setti hol á, tá ið eitt lítil korter var farið. Innleggið úr vinstru var ikki heilt neyvt, men veteranurin megnaði tíggju metrar úr málinum at toyggja seg afturav og við høvdinum at senda dygst inn við handara stólpanum.
KÍ javnaði í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fyrra umfarinum. Atli Danielsen stakk fram til Eyðun Klakstein í høgru, og hesin sendi av baklinjuni og flatt framvið øllum og til handara stólpan, har Hjalgrím Elttør stýrdi bóltinum í málið.
Hóast VB fram ímóti dystarenda hevði størru møguleikarnir at vinna, so var KÍ álopsliga væl við fyrrapartin av 2. hálvleiki. Eina ferð fekk KÍ bóltin í málið, men tað varð kolldømt orsaka av rangstøðu, og eina ferð smekkaði hálvskaddi Ove Nysted, sum varð settur inn í álopið fyri at leggja trýst á, úr seytjan metrum og eitt sindur úr høgru og í handaru stólparótina.
Men tað bleiv eitt stig í part. Aftaná er einki at ivast í, at vágbingar iðra seg um, at tveir spælarar hjá teimum syrgdu fyri, at tað ikki verður besta liðið, sum hósdagin fer at taka ímóti FS Vágum á Eiðinum. Klaksvíkingar mugu styrkja um verjupartin, um teir skulu hugsa um nakað sum helst, tá ið teir hósdagin fara til Eiðis.

KÍ?VB 2?2 (1?1)
0?1: Birgir Jørgensen 13.
1?1: Hjalgrím Elttør 45.
1?2: Birgir Jørgensen 85.
2?2: Allan Joensen br 90.
Dómari: Petur Skarðenni
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen (Arnold Joensen, 82.), Jan Andreasen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Fríðin Ziskason ? Atli Danielsen, Allan Joensen, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør ? Erling Fles (Ove Nysted, 66.), Eyðun Klakstein (Jón Jacobsen, 76.)
Gult kort: Jan Andreasen
VB: Bjarni Johansen ? Mortan úr Hørg, Jákup Olsen (Eyðstein í Lágabø, 63.) Eyun Jacobsen, Kári í Lágabø ? Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Milan Kuljic, Dan Djurhuus ? Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic
Gult kort: Birgir Jørgensen, Dan Djurhuus
Reytt kort: Predrag Zivkovic (tvey gul), Slobodan Madzar (tvey gul)