Tað er stórt drama í næstbestu fótbóltsdeildini. Næstsíðsta umfar er á skránni hetta vikuskiftið, og undan síðsta umfari, sum verður um eina viku, er tað framvegis spenningur í toppinum og í botninum.
Undan síðsta umfari sigur støðutalvan, at tað er sannlíki fyri, at bæði TB, sum fyri langari tíð síðani hevur tryggjað sær uppflyting, og FC Suðuroy næsta kappingarár fara at spæla í fremstu røð.
Í dag vann FC Suðuroy trivaligan 5-1 sigur í Gundadali ímóti B36. Undan hesum umfarinum var FC Suðuroy á triðja plássi og tvey stig aftanfyri 07Vestur. Nú er FC Suðuroy eitt stig frammanfyri 07Vestur. Tað kemst av, at 07Vestur í dag á heimavøllinum í Sandavági tapti 2-1 ímóti KÍ. 07Vestur var frammanfyri eftir 1. hálvleik. Liðformaðurin Gunleif Olsen umsetti brotsspark til mál.
KÍ hevði harvið kós ímóti niðurflyting, men tað eydnaðist klaksvíkingum í 2. hálvleiki at svara aftur og harvið at útseta avgerðina um niðurflyting. Jóannes Danielsen skoraði bæði málini.
Í síðsta umfari hevur FC Suðuroy møguleika at tryggja sær uppflytingina á heimavølli ímóti NSÍ. 07Vestur skal í síðsta umfari spæla í Streymnesi ímóti EB/Streymi, sum longu er flutt niður.
Í morgin fær HB í næstsíðsta umfari vitjan av Víkingi. Eftir KÍ sigurin í dag hava bæði HB og KÍ 26 stig. KÍ málmunurin er -20, og HB málmunurin er -23. Umframt at spæla á heimavølli ímóti Víkingi í morgin, skal HB um eina viku til Klaksvíkar!
Við 3-1 heimasigri á AB lyfti NSÍ seg í illveðrinum í dag akkurát upp um argjamenn.
Í dag
07Vestur-KÍ 1-2
B36-FC Suðuroy 1-5
NSÍ-AB 3-1
TB-EB/Streymur útsettur
Í morgin
HB-Víkingur
Støðan
TB 63
FC Suðuroy 45
07Vestur 44
B36 36
NSÍ 34
AB 34
Víkingur 31
KÍ 26
HB 26
EB/Streymur 16
27. umfar
Leygardagin 4. oktober
KÍ-HB
Víkingur-B36
EB/Streymur-07Vestur
AB-TB
FC Suðuroy-NSÍ
Aftaná dystin millum B36 og FC Suðuroy gjørdi Heri Simonsen eina samrøðu við Palla Augustinussen, liðskipara hjá FC Suðuroy, sum fegnast um at hava fingið trumfin á egnar hendur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Palla Augustinussen.