Tað endaði málleyst í Klaksvík millum KÍ og B68. Eftir at teir hava spælt sjey ferðir á rað uttan at hava vunnið stig, eydnaðist tað B68 at vinna eitt stig í kvøld. Harvið er botnliðið komið upp á tíggju stig.
Hetta var fjórði dysturin á rað, at tað ikki eydnaðist KÍ at vinna fulla úrtøku.
Toftamenn royndu at pressa KÍ miðverjarnar og verjukenda miðvallaran, Ndende, og tað bar við sær, at KÍ ofta hevði ilt við at mynda álop.
Klaksvíkingar vóru í onkrum støðum tætt við. Í 1. hálvleiki sendi miðverjin Jonas Flindt Rasmussen bóltin í stólpan, og fram ímóti dystarenda rakti innskifti Sørmundur Kalsø undirsíðuna á tvørtrænum.
B68 venjarin, Jógvan Martin Olsen, segði seg vera nøgdan við úrslitið:
-Nú er tað so langt síðani, at vit vunnu nakað stig, so vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir. Serliga nøgdur eri eg við, at spælararnir vístu góðan hugburð og arbeiddu væl og nógv.
KÍ venjarin Eyðun Klakstein var ikki nøgdur:
-Vit hava trupulleikar ímóti liðunum, sum eru niðast á talvuni, meðan tað ofta gongur betri í hinum liðunum. Orsøkin er, at hini liðini pakka seg í verjuni,, og so er tað torført at mynda møguleikar. Men í kvøld spældu vit okkum til møguleikarnar, sum skuldu til fyri at vinna, og tí kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki skoraðu og vunnu, segði KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
--
LIÐUGT
0-0
90) 0-0
KÍ pressar, og klaksvíkingar tiltuska sær horna, men einki spyrst burturúr. Í næsta B68 álopinum eru teir tveir ímóti einum, men skeiv avgerð varð tikin, og so spurdist einki burturúr.
4 minuttir lagdir aftrat.
89) 0-0
Jonleif Højgaard tiltuskar sær eitt horna eftir góða sending frá Jann Inga Petersen. So fer Jonleif av vøllinum, og í hansara stað kemur Bjarki Johannesen á vøllin.
87) 0-0
Klaksvíkingar eru strongdir, tí tað ikki eydnast teimum at fáa mál. B68 er væl við, men toftamenn liggja leingi í sambandi við fríspark, og tað kann benda á, at teir eru nøgdir við aftur at koma á talvuna.
84)0 -0
Andrias á Líknargøtu kemur á vøllin í staðin fyri Evrard Blé, sum fer skaddur av vøllinum.
82) 0-0
Nú var øgiliga tætt við. Eftir fínt uppspæl í høgru, har Johan Jacobsen spældi Páll A. Klettskarð leysan, tveitti Sørmund Kalsø seg fram og stýrdi bóltin á undirsíðuna av tvørtrænum!
80) 0-0
KÍ miðverjin Ísak Simonsen hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Hákuni Edmundsson.
78) 0-0
KÍ áskoðararnir royna at stuðla sínum monnum, men samstundis kennist tað vera strongd millum teir bláu bæði á og uttanfyri vøllin.
Sørmundur Kalsø er komin inn í KÍ álopið í staðin fyri Rodrigo Silva.
75) 0-0
Bárður J. Heinesen hevur aftur verið í nærdysti, sum bar fríspark við sær. Hesa feð var tað ímóti Mads Rosenberg, sum liggur á vøllinum.
73) 0-0
Nú er av álvara tyngd og kraft í nógvu nærdystunum.
Bárður J. Heinesen sær gult eftir fríspark ímóti Evrard Blé, sum hevur nógva pínu.
70) 0-0
KÍ roynir at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum, tá ið klaksvíkingarnir hava mist bóltin.
Verjukendi B68 miðvallarin Jóhan Dávur Højgaard sær gult fyri fríspark ímóti Heðini á Lakjuni.
67) 0-0
Bárður J. Heinesen kemur á vøllin í staðin fyri Ivan Joensen. Henry Heinesen verður nú verjukendur miðvallari.
65) 0-0
Klaksvíkingar bæði á og kring vøllin kennast vera ørkimlaðir um, at tað ikki eydnast at skapa møguleikar og at skora mál. Samanspælið er heldur ikki so gott, og tað gongur framvegis fyri seg eftir treytunum hjá B68.
62) 0-0
Henry Heinesen, sum hevur verið leikbannaður, er komin á vøllin, og Heðin Klakstein, KÍ, er farin av vøllinum.
60) 0-0
Hákun Edmundsson er tætt við eftir innlegg, men KÍ verjan klárar akkurát at prika bóltin út til horna.
André Olsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Óli H. Olsen, sum hevur verið smáskaddur.
55) 0-0
Toftamenn eru meiri álopshugaðir, enn teir vóru undan steðginum. Tyngdin í álopunum er størst, tá ið long innkast verða tveitt í KÍ brotsteigin. B68 er væl meiri við nú!
50) 0-0
André Olsen hjá B68 hevur sæð gult. Eisini í hesum førinum var tað fyri fríspark ímóti Johan Jacobsen.
KÍ er omaná, og Heðin Klakstein er farin út í høgra borð, meðan Rodrigo er farin á miðvøllin.
B68 dugir væl at verja og lúra upp á skjót álop. Teir hava tiltuskað sær eitt horna, men bólturin varð stútaðir við síðuna av málinum.
46) 0-0
Teir somu 22 eru komnir aftur á vøllin, sum vóru har undan steðginum.
Nú leypir KÍ á vestara málið ella, sum klaksvíkingar siga, teir spæla niðanfyri !
HÁLVLEIKUR
0-0
Klaksvíkingar hava verið meiri á bóltinum, men tað hava verið møguleikar í báðum endum.
B68 dúvar meiri upp á verjupartin og skjótar sendingar fram til Jonleif Højgaard. Serliga eyð´sýndur er Hákun Edmundsson í høgru.
KÍ roynir at mynda málmøguleikar, men taå gongur striltið. Tað mesta framrættaða gongur fyri seg í høgru, har Johan Jacobsen er eyðsýndur.
43) 0-0
Álopsspælið riggar væl hjá KÍ í høgru, har Johan Jacobsen er eyðsýndur. Higartil hava innleggini ikki verið nóg neyv.
40) 0-0
Síðstu løtuna hevur tað verið mest sum tómgongd. Viljin er góður, men tað gonst illa hjá liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
35) 0-0
Tað er lívligt og undirhaldandi, og tað eru nógvir áskoðarar komnir av Toftum at stuðla B68.
Klaksvíkingar eru meiri á bóltinum, men toftamenn eru vandamiklir í skjótum álopum. Mest eyðsýndi hjá B68 er Hákun Edmundsson.
30) 0-0
Toftamenn eru ofta nógvir aftarlaga, men í einstøkum førum eru teir vandamiklir. Hákun Edmundsson, sum í kvøld er framrættaður í høgru, hevur góðar gávur. Hann var tætt við, tá ið hann sneiddi mótstøðumann av sær, og so var tætt við, tá ið hann spældi Jann Inga Petersen leysan, men hann var rangstaddur.
KÍ svaraði aftur, og eftir innlegg úr høgru frá Jóhan Jacobsen var tætt við.
25) 0-0
Heimaliðið hevur í tveimum førum verið tætt við eftir horna og fríspark. Næst við var miðverjin Jonas Flindt Rasmussen, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í stólpan aftanfyri Hans Jørgensen.
20) 0-0
KÍ hevur bóltin mesta partin av tíðini, men B68 hevur havt størsta møguleikan. Báðir partar gera mistøk í uppspælinum.
15) 0-0
B68 hevur havt fínt álop. Hákun Edmundsson og André Olsen vóru við í uppspælinum, og tað endaði við, at Jann Ingi Petersen royndi seg við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum . Meinhardt Joenern bjargaði við stólparótina til horna, og tá var støðan spent í málteiginum, áðrenn Meinhardt Joensen fekk tak á honum.
10) 0-0
Verjukendi miðvallarin hjá KÍ, Ivan Joensen, var arkitektur í fyrsta gjøgnumspælda álopinum. Jóhan Jacobsen legði innfyri úr høgru, og Hjalgrím Elttør rakk akkurát ikki upp til bóltin.
KÍ hevur bóltin størsta partin av tíðini, og B68 leggur nógv í at verja.
5) 0-0
Friðarlig byrjan og eingir málmøguleikar fyrstu løtuna.
1) 0-0
Líkindini eru av teimum fagrastu í Klaksvík, og tað eru nógvir áskoðarar, nú tað eisini er summarfestivalur í Klaksvík.
André Olsen er fyri fyrstu ferð í fjúrtan mánaðir við á hægsta støði. Hann er nú komin fyri seg, eftir at hava verið plágaður av krossbandsskaða.
Hjá KÍ er Johan Jacobsen aftur á høgra vongverja eftir leikbann. Hann avloysir Gunnar Christiansen, sum í vikuni breyt nøsina undir venjing.
KÍ-B68 kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Gueyé, Ivan Joensen, Heðin Klakstein – Rodrigo Silva, Páll A. Klakstein, Hjalgrím Elttør
B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Ovi Brim, Oddur Højgaard, Mads Rosenberg – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen, André Olsen – Jonleif Højgaard